Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 80

Góðvild

Góðvild

(Sálmur 119:66; Galatiabrævið 5:22)

1. At Jehova sýnir góðvild,

gleðir hjartað dag um dag.

Bara gott er alt, sum Harrin

hátt í himli fær í lag;

vísir vælvild, tryggjar miskunn,

meir enn nakar eigur á.

Hann er verdur allan heiður,

sum vit fegin boða frá.

2. Skapt at líkjast himna Gudi

kunnu vit og hvør, ið vil,

taka eftir øllum dygdum,

vera góð og nýta skil.

Latið okkum støðugt mennast,

líkjast Gudi meir og meir.

Biðja vit, kann hann við anda

evna okkum til sum leir.

3. Góða lyndið víst í verki

fevnir øll á tíni leið.

Góðvild fløvar ætt og vinir,

millum brøður er hon greið.

Fram um alt vit sýna góðvild,

tá vit geva øðrum lut

í tí sælu vón um Ríkið,

bera gleðiboð um Gud.