Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 77

Fyrigevið

Fyrigevið

(Sálmur 86:5)

1. Góður læt Jehova

fyri okkum dýra bót;

Jesus doyði fyri syndir,

legði deyðan undir fót.

Angra vit av reinum hjarta,

er Guds fyrigeving vís,

glað vit tá í Jesu navni

kunnu bera Gudi prís.

2. Miskunn Guds vit fáa,

tá vit gera eins og hann,

fjala syndir hvør hjá øðrum,

íðin verja kærleikan.

Læra vit at virka saman,

leggja burtur gamalt agg,

kunnu vit sum sannir brøður

siga himna Gudi takk.

3. Miskunn er tann dygdin,

sum kann ríka hvønn ein dag.

Beiska sinnið, ið ber hatur,

broytist skjótt til annað lag.

Um vit elska Gud Jehova,

sum av øllum øðrum ber,

læra vit at fyrigeva,

spegla kærleik hans í gerð.