Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 16

Flýggið til Guds ríki!

Flýggið til Guds ríki!

(Zefanias 2:3)

1. Søkið Jehova, øll eyðmjúk á foldum,

stundið á rættlæti longu í dag.

Vreiðidag Guds kundi hent, at tit funnu

í skýli á væl vardum stað.

(NIÐURLAG)

Flýggið til Ríkið, ta einastu vón,

gleðiboð hava tit frætt.

Lítið á Gud, hann skal verja og signa,

fylgið bert boðunum rætt.

2. Ganga tit sannleikans vegir í rættferð,

Gud vendir sorgir til gleði og lyst.

Hann vísir veg út úr myrkri og trongdum,

um tit fylgja konginum Krist.

(NIÐURLAG)

Flýggið til Ríkið, ta einastu vón,

gleðiboð hava tit frætt.

Lítið á Gud, hann skal verja og signa,

fylgið bert boðunum rætt.

3. Lítið nú upp, lyftið høvur og fegnist,

teknini boða, at Ríkið er her.

Gud lýsir gøtuna, tit skulu ganga,

har vandi er eingin á ferð.

(NIÐURLAG)

Flýggið til Ríkið, ta einastu vón,

gleðiboð hava tit frætt.

Lítið á Gud, hann skal verja og signa,

fylgið bert boðunum rætt.