Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 25

Eyðkenni lærisveinanna

Eyðkenni lærisveinanna

(Jóhannes 13:34, 35)

1. Glað gingu vit undir kristna lóg,

livdu við henni hugagóð.

Lógin er boðið um kærleika,

dýrmett orð úr tí himmalska.

Kristus gekk undan og vísti veg,

tók alla heimsins synd á seg.

Lætt er at kenna hans lærisveinar,

teirra millum er kærleiki.

2. Reinmeintur kærleiki svíkur ei,

hjálpir og vísir gongda leið.

Æviga skyldan hjá kristnum er:

Elska næstan í orð og gerð!

Neyvan tú finnur á øðrum stað

vinir, ið royna dag um dag

liva, sum kongliga lógin býður;

allar ævir Gud signar tað.