Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 4

Eitt gott navn hjá Gudi

Eitt gott navn hjá Gudi

(Prædikarin 7:1)

1. Vit vilja liva Jehova eftir vild,

á ongum sinni frá honum verða skild.

Sítt pláss í minni hans fær tann, ið gevur ans

og gongur støðugt leið Skaparans.

2. Fert tú í heimin at skapa tær eitt navn,

við stórum vónum um giti fyri stavn,

er tað so stríðið vert? Sum vinur heimsins bert

tú teg til óvin hjá Gudi gert.

3. Í lívsins bók er títt navn um ævir vart,

har goymist alt, sum er vorðið Gudi kært.

Hann kanst tú líta á, tak til tín hyggin ráð,

og fá tær gott navn Jehova hjá.