Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 13

Ein takkarbøn

Ein takkarbøn

(Sálmur 95:2)

1. Stóri Jehova, tú hoyrir og sær

tey, sum við soninum leita tær nær.

Prís fært tú, Skapari, víða um lond,

vit eru trygg, har sum tú ert í nánd.

Syndarar eru vit, falla ov lætt,

fyrigev, Harri, og lær okkum rætt.

Tú hevur keypt okkum, dýrt var tað blóð,

goldið varð fyri, at vit kendust góð.

2. Sælur er tann, sum tú tekur ímót,

hann stígur lætt, tí tú leiðir hans fót.

Lær okkum kenna teg, Harri og Gud,

hvíldin hjá tær falli okkum í lut.

Gev tínum tænara treysti og mátt,

við tíni hjálp fellur eingin í fátt.

Ríkið er stovnað, og frelsan er vís,

øll tíni verk altíð bera tær prís.

3. Við tíni umsorgan frøin er stór,

lovsong til tín kvøður fullmannað kór.

Ríki títt kemur við sælu til øll,

reinsar alt ónt út úr smáttu og høll.

Sonurin tók á seg syndanna løn,

takksom vit sanna, tú svaraði bøn.

Rík er tín signing, tí syngja vit mong:

’Prís til Jehova, vár Gud og vár Kong!’