Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 1

Eginleikar Jehova

Eginleikar Jehova

(Opinberingin 4:11)

1. Alvaldi Gud, sum segði: ’Verð ljós!’

Tú birti lív, setti æviga kós.

Tín dagur kemur við veldi, og brátt

skilja vit rætt tín stóra mátt.

2. Hásæti títt er grundað á rætt,

rættferðar boð tíni øll hava frætt.

Tú greinir menniskjabørnum títt verk,

vísdómur tín ger hjørtu sterk.

3. Kærleikin ber av øllum, tú gav,

hann gevur lívd, honum oysa vit av.

Í gleði vísa vit øðrum tín veg,

æra tað navn, ið lýsir teg.