Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 66

Eg vil tæna Jehova av allari sál míni

Eg vil tæna Jehova av allari sál míni

(Matteus 22:37)

1. Stóri Gud, ið valdar øllum,

tú legði vegin, eg havi valt.

Lat meg tæna tær, Jehova,

gávur og lív — eg vígi tær alt!

Verdur ert tú álit og lýdni,

øll tín lóg er sál míni kær.

(NIÐURLAG)

Lat meg tæna tær, Jehova.

Sál mína alla vígi eg tær.

2. Máni, jørð og stjørnuhópar

hevja í dýrd títt heilaga navn.

Eg við teimum beri vitni,

boði, tín bjarging er fyri stavn.

Lyfti míni, Gud, skal eg halda,

trúfast lyndi leggja mær nær.

(NIÐURLAG)

Lat meg tæna tær, Jehova.

Sál mína alla vígi eg tær.