Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 29

Eg vil ganga røttu leið

Eg vil ganga røttu leið

(Sálmur 26)

1. Gud, kanna meg og royn mítt hjartalag,

í tína tryggu hond eg leggi nú mín dag.

Á góði Gud, ger reina mína sál,

at tú kanst signa meg og hjálpa mær á mál.

(NIÐURLAG)

Jehova Gud, mær liggur gøtan greið

at ganga røttu leið, um ævir fylgja tær!

2. Har syndin býr, eg finni ongan frið,

og tey, ið elska lygn, eg kennist ikki við.

Lat ikki meg við óndum missa lív,

ímóti fíggindum eitt friðarskjól mær blív.

(NIÐURLAG)

Jehova Gud, mær liggur gøtan greið

at ganga røttu leið, um ævir fylgja tær!

3. Í dýrd hjá tær er allur sannleikin,

eg elski bústað tín og leiti lýðin inn

til altar títt at syngja prís tín hátt,

at hevja takkarsong og vísa á tín mátt.

(NIÐURLAG)

Jehova Gud, mær liggur gøtan greið

at ganga røttu leið, um ævir fylgja tær!

(Sí eisini Sl. 25:2.)