Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 14

„Eg geri alt nýtt!“

„Eg geri alt nýtt!“

(Opinberingin 21:1-5)

1. Øll teknini boða: Guds ríki er her,

í hásætið sonurin settur er.

Hann bardagan stóra í himli vann,

Guds vilja á jørðini fremur hann.

(NIÐURLAG)

Jehova Gud er monnum hjá,

hann víkur aldri teimum frá.

Av eygum turkar hann hvørt tár, ið rann,

ei pína, sorg og deyði finnast man.

Á jørðini Gud skapar frið og rætt.

„Alt nýtt!“ sigur orðið satt.

2. Úr himli við yndi Jerusalem nýtt

sum brúður skal stíga, so reint og frítt.

Frá Lambinum vinnur hon ævigt rós,

í henni er dýrdin frá Gudi ljós.

(NIÐURLAG)

Jehova Gud er monnum hjá,

hann víkur aldri teimum frá.

Av eygum turkar hann hvørt tár, ið rann,

ei pína, sorg og deyði finnast man.

Á jørðini Gud skapar frið og rætt.

„Alt nýtt!“ sigur orðið satt.

3. At dýrgripi manna, tí heilaga stað,

øll fólkasløg stevna so frí og glað.

Ja, portrini øll standa opin her!

At spegla Guds ljós okkum álagt er.

(NIÐURLAG)

Jehova Gud er monnum hjá,

hann víkur aldri teimum frá.

Av eygum turkar hann hvørt tár, ið rann,

ei pína, sorg og deyði finnast man.

Á jørðini Gud skapar frið og rætt.

„Alt nýtt!“ sigur orðið satt.