Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 47

Boða tey góðu tíðindini!

Boða tey góðu tíðindini!

(Opinberingin 14:6, 7)

1. Eitt loyndarmál um ríki Guds lá leingi dult,

Gud vil, tað nú skal dragast fram og lýsast fult.

Hann elskar rætt og miskunn, tískil sá hann klárt,

at menniskjan í syndastøðu píndist sárt.

Eitt avkom skuldi stíga fram og bjarga hold,

í tøkum tíma skipa rættin og stjórna fold.

Tí sendi hann sín son og valdi honum vív,

eitt lítið fylgi, klætt í dýrd til himmalskt lív.

2. Og nú á døgum ganga vitni út í verð

at kunna fólk um ætlan Guds, hans frelsugerð.

Guds einglalið úr høgum himli fylgir við

og leiðir lýðið fólk, sum kveikir vón um frið.

Ta skyldu og ta æru hava vit í dag,

Guds navn at halga, sáa sannleikans góða fræ.

Tí ganga vit í navni Harrans hugagóð

og bera ævig gleðiboð so hjartans fró.