Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 67

Bið til Jehova hvønn dag

Bið til Jehova hvønn dag

(1 Tessalonikabræv 5:17)

1. Bið til Jehova, hann hoyrir teg væl,

fegin hann kemur við barn sítt á tal.

Sig honum alt, ið teg órógva man,

góður í ráðum hann beina tað kann.

Bið til Jehova hvønn dag.

2. Bið til Jehova við takk alla tíð,

sonarins sáttargerð hvílir tú í.

Fyrigev øðrum, í áliti bið,

tá kann Jehova teg umbera við.

Bið til Jehova hvønn dag.

3. Bið til Jehova á illgongdum veg,

kærleikans Faðir er góður við teg.

Opnar tú hjartað og ærliga trýr,

røkkur tín bøn upp til Gud, har hann býr.

Bið til Jehova hvønn dag.