Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 92

Ber nú boð!

Ber nú boð!

(2 Timoteus 4:2)

1. Gud sendi boð, sítt halga orð,

sendi vitni út í suður og norð

at kunngera vilja sín á jørð,

so sannleikin í reinum hjørtum grør.

(NIÐURLAG)

So ber nú boð,

tað skal hoyrast víða hvar!

Ber nú boð,

sig, at endin er so nær!

Ber nú boð,

far til tey, ið sita sør!

Ber nú boð

til øll á jørð!

2. Stundum tú truplar løtur fær,

lat tó ongan taka mótið frá tær.

At prædika torført tykjast kann,

men lítur tú á Gud, so hjálpir hann.

(NIÐURLAG)

So ber nú boð,

tað skal hoyrast víða hvar!

Ber nú boð,

sig, at endin er so nær!

Ber nú boð,

far til tey, ið sita sør!

Ber nú boð

til øll á jørð!

3. Stundum er tíðin lagalig,

tá er tørvur á, at øll eru við.

Ber boð um, at loysn er fyri stavn,

og vís, tú halga vilt Jehova navn.

(NIÐURLAG)

So ber nú boð,

tað skal hoyrast víða hvar!

Ber nú boð,

sig, at endin er so nær!

Ber nú boð,

far til tey, ið sita sør!

Ber nú boð

til øll á jørð!