Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 6

Bøn Guds tænara

Bøn Guds tænara

(Efesusbrævið 6:18)

1. Hoyr okkum, Gud, í himlinum hátt,

halga títt navn, sum nú er fyri spott.

Miskunn vit læra, Harri, hjá tær,

sælur er tann, ið náð tína fær.

Sælur tann, ið náði fær,

miskunn læra vit hjá tær.

2. Hevði tú lagt í okkum ta trá

íðin at gera alt, tú vísir á.

Hjálp okkum leiða lomb á tað ból,

har sum títt fylgi eigur sær skjól.

Har sum fylgið eigur skjól,

skulu smálomb fáa ból.

3. Gev okkum skyn og vísdóm frá tær,

kærleikans verk og talu okkum lær.

Vit skulu íðin boða títt orð,

íbirta vón um frægari kor.

Birta vón um betri kor,

íðin boða alt títt orð.