Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Sangur 33

Óttast ikki fyri teimum!

Óttast ikki fyri teimum!

(Matteus 10:28)

1. Kom mítt fólk, gakk støðugt framá,

boða Ríkið vítt og breitt,

lat tað hoyrast klárt og greitt,

at mín sonur hevur veitt

fangum frælsi, vunnið Satan,

brotið niður alt hans verk,

skjótt so bindur hann hin ónda,

verið tí í trúnni sterk.

(NIÐURLAG)

Óttast ei, um lív tú letur,

lívið gáva er frá mær.

Ert tú trúgvur inn í deyðan,

ævigt lív eg gevi tær.

2. Um so fíggindarnir fjølgast,

fremja ágang, elva stríð,

ella tey, ið sýnast blíð,

bara stjala dýra tíð,

stúrið ikki, djørvu stríðsfólk,

haldið á so treyst og fró,

ikki evna tey at kúga

huga hans, ið stinnur stóð.

(NIÐURLAG)

Óttast ei, um lív tú letur,

lívið gáva er frá mær.

Ert tú trúgvur inn í deyðan,

ævigt lív eg gevi tær.

 3. Gev tí gætur, ei eg gloymi,

sí, hjá mær er verndarhond.

Verða slitin lívsins bond,

er tó uppreisnin í nánd.

Óttast ikki, kristna hetja,

tí eg eigi tína sál.

Eg skal verja trúføst vitni,

leiða tey so trygg á mál.

(NIÐURLAG)

Óttast ei, um lív tú letur,

lívið gáva er frá mær.

Ert tú trúgvur inn í deyðan,

ævigt lív eg gevi tær.