Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Hevur Jóhannes doypari veruliga livað?

Hevur Jóhannes doypari veruliga livað?

 Í evangeliunum lesa vit um ein mann, sum varð nevndur Jóhannes doypari. Tað stendur, at hann boðaði um Guds ríki í Judea. Er bíbilska frásøgan um henda mannin eftirfarandi? Hugsa um hetta:

  •   Bíblian sigur: „Á teimum døgum steig Jóhannes doypari fram og prædikaði í oyðimørk Judea og segði: ’Vendið við, tí ríki Himmiríkis er komið nær!’“ (Matteus 3:1, 2) Kunnu verðsligar keldur vátta hetta? Ja.

     Søgufrøðingurin Flavius Josefus, ið livdi í fyrstu øld, skrivar um ein mann, sum æt „Jóhannes, við tilnavninum doyparin“. Hann „eggjaði jødunum til at liva eitt reiðiligt lív“, til at vera „gudrøknir“ og til at „lata seg doypa“. – Jewish Antiquities, bók XVIII.

  •   Bíblian sigur, at Jóhannes fanst at Heródesi Antipasi, ið var landshøvdingi í Galilea og Perea. Heródes metti seg sjálvan sum jøda og segði seg halda Móselógina. Jóhannes fanst at honum, tí hann hevði gift seg við Heródias, sum var kona hálvbeiggja hansara. (Markus 6:18) Hetta lesa vit eisini aðrastaðni enn í Bíbliuni.

     Søgufrøðingurin Josefus skrivar, at Antipas „bleiv forelskaður í Heródias“, og at hann „ósmæðin fór til hennara og bað hana gifta seg við sær“. Heródias segði ja, fór frá manninum og gifti seg við Antipasi.

  •   Í Bíbliuni stendur: „Jerúsalem [fór] út til hansara [Jóhannes], og alt Judea og alt landið um Jordan. Og tey vórðu doypt av honum í ánni Jordan.“ – Matteus 3:5, 6.

     Hetta váttar Josefus eisini, tí hann skrivar, at „mannamúgvur“ fóru til Jóhannes, og at „prædikurnar hjá honum styrktu tey stórliga“.

 Søgufrøðingurin Josefus, ið livdi í fyrstu øld, var altso sannførdur um, at Jóhannes doypari hevði livað, og tað kunnu vit eisini vera.