Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI | 2. MÓSEBÓK 23-24

Fylg ikki fjøldini

Fylg ikki fjøldini

23:1-3

Jehova ávaraði vitni og dómarar í rættarmálum ímóti at lata seg yvirtala av fjøldini til at lúgva ella døma órættvíst. Henda ávaringin er eisini galdandi á øðrum økjum í lívinum. Heimurin roynir alla tíðina at fáa kristin at hugsa og bera seg at upp á ein máta, sum er í stríð við Guds normar. – Róm 12:2.

Hví er tað óklókt at fylgja fjøldini, tá ið ...

  • vit hoyra leysatíðindi ella slatur?

  • vit velja klæðir, hárstíl ella undirhald?

  • vit hava við fólk at gera, sum hava ein annan etniskan uppruna ella aðra fíggjarstøðu?