Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI | JÓHANNES 7-8

Jesus dýrmetti faðir sín

Jesus dýrmetti faðir sín

7:15-18, 28, 29; 8:29

Jesus dýrmetti himmalska faðir sín í øllum, sum hann segði og gjørdi. Jesus vildi, at fólk skuldu vita, at tað, sum hann segði, var frá Gudi. Tí brúkti hann Skriftirnar sum grundarlag fyri síni undirvísing og vísti ofta til tær. Tá ið fólk lovprísaðu Jesusi, gjørdi hann vart við, at tað var Jehova, sum hevði uppiborið at verða lovprísaður. Tað, sum lá honum fremst í huga, var at fullføra tað arbeiðið, Jehova hevði givið honum. – Jóh 17:4.

Hvussu kunnu vit taka eftir Jesusi, tá ið ...

  • vit leiða ein bíbliulestur ella undirvísa frá pallinum?

  • vit fáa rós?

  • vit skulu gera av, hvussu vit vilja brúka okkara tíð?