Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI | JÓHANNES 5-6

Fylg Jesusi av rættari orsøk

Fylg Jesusi av rættari orsøk

6:9-11, 25-27, 54, 66-69

Tá ið Jesus brúkti eina mynd, sum lærisveinarnir høvdu ilt við at skilja, snávaðu summir og góvust at fylgja honum. Dagin fyri hevði Jesus við einum undri givið teimum at eta og soleiðis staðfest, at hansara kraft kom frá Gudi. So hví snávaðu teir? Allarhelst tí at teir fylgdu Jesusi av sjálvsøkni. Teir komu saman við honum fyri at fáa nakað burturúr materielt.

Vit eiga øll at spyrja okkum sjálv: ’Hví fylgi eg Jesusi? Er tað fyrst og fremst fyri at fáa signingar nú og í framtíðini? Ella er tað tí, at eg elski Jehova og gjarna vil gleða hann?’

Hví kunnu vit snáva, um vit fyrst og fremst tæna Jehova av hesum orsøkum?

  • Okkum dámar at vera saman við Guds fólki

  • Vit vilja gjarna sleppa við í paradísið