Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 LÍVIÐ SUM KRISTIN

Vinn hjartað við góðum atburði og djúpari virðing

Vinn hjartað við góðum atburði og djúpari virðing

Góði atburðurin hjá giftum konum, sum verða Jehova vitni, kann ofta fáa menninar hjá teimum at taka við sannleikanum. Men tað kann krevja, at tær í nógv ár mugu halda út undir torførum umstøðum. (1Pæt 2:21-23; 3:1, 2) Um tú upplivir okkurt órættvíst, mást tú kortini halda fram at vinna hitt illa við góðum. (Róm 12:21) Tín góði atburður kann hava størri ávirkan á mannin hjá tær, enn tíni orð nakrantíð kunnu.

Royn at hugsa um, hvussu maðurin hjá tær sær støðuna. (Flp 2:3, 4) Vís samkenslu, og ger títt besta fyri at vera ein góð kona. Lurta væl, tá ið maðurin tosar. (Ják 1:19) Ver tolin, og vís, at tú elskar hann. Hóast maður tín ikki er líka blíður við teg, sum tú ert við hann, og kanska ikki vísir tær virðing, kanst tú vera vís í, at Jehova gleðist um, at tú ert trúføst. – 1Pæt 2:19, 20.

HYGG AT FILMINUM JEHOVA GIVER OS STYRKEN TIL AT HOLDE UD, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:

  • Hvussu var lívið hjá Grace Li tíðliga í hjúnabandinum?

  • Hvat gav henni áhuga fyri Bíbliuni?

  • Hvussu kláraði systir Li royndirnar, sum komu, eftir at hon varð doypt?

  • Hvat bað systir Li um viðvíkjandi manninum hjá sær?

  • Hvørjar signingar hevur systir Li fingið vegna sín góða atburð og djúpu virðing?

Góður atburður og djúp virðing kann gera stóran mun!