Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 LÍVIÐ SUM KRISTIN

Latið tykkum ikki ávirka av heiminum, tá ið tit fyrireika brúdleyp

Latið tykkum ikki ávirka av heiminum, tá ið tit fyrireika brúdleyp

Kristin pør skulu taka nógvar avgerðir, tá ið tey fyrireika brúdleypið hjá sær. Tey kenna seg kanska noydd at halda eitt dýrt brúdleyp, tí tað er vanligt í samfelagnum. Familja og vinir, sum gjarna vilja hjálpa, hava kanska sínar meiningar um, hvussu brúdleypið skal vera. Hvørjar bíbilskar meginreglur kunnu hjálpa pørum at fyrireika brúdleypið, so tey varðveita eina reina samvitsku og ikki angra nakað seinni?

HYGG AT FILMINUM BRYLLUPPER DER ÆRER JEHOVA, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:

  • Hvussu hjálptu hesar bíbilsku meginreglurnar Nick og Julianu?

  • Hví eiga tey, sum skulu giftast, at velja ein andaliga búnan bróður at vera ’fyristøðumann’ í sambandi við brúdleypið? – Jóh 2:9, 10.

  • Hvørji persónlig val tóku Nick og Juliana, og hví?

  • Hvør hevur ábyrgdina av at taka endaligu avgerðirnar um vígsluna og brúdleypið? – w06-D 15/10 25 stk. 10.