Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI | MATTEUS 20-21

„Tann av tykkum, sum stórur vil vera, skal vera tænari tykkara“

„Tann av tykkum, sum stórur vil vera, skal vera tænari tykkara“

20:28

Teir skriftlærdu og fariseararnir elskaðu, at fólk sóu teir og heilsaðu upp á teir á torginum

Teir skriftlærdu og fariseararnir vildu, at onnur skuldu leggja merki til teir og vísa teimum æru. (Mt 23:5-7) Jesus var øðrvísi. ’Menniskjasonurin kom ikki at lata onnur tæna sær, men at tæna sjálvur.’ (Mt 20:28) Stremba vit fyrst og fremst eftir at fáa uppgávur í samkomuni, sum geva viðurkenning og rós? At vísa stórleika sum Jesus merkir, at vit mugu leggja okkum eftir at tæna øðrum. Slíkar gerðir fara ofta fram handan leiktjøldini – nakað, sum bara Jehova sær. (Mt 6:1-4) Ein eyðmjúkur tænari ...

  • hjálpir við at vaska og viðlíkahalda ríkissalin

  • tekur stig til at hjálpa teimum eldru og øðrum

  • stuðlar ríkisins áhugamálum fíggjarliga