Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Hvussu fáa vit kærleikan til Gud og næstan at vaksa?

Hvussu fáa vit kærleikan til Gud og næstan at vaksa?

Hóast Móselógin ikki er bindandi fyri kristin, vísa tey bæði størstu boðini í henni – at elska Gud og elska næstan – hvat Jehova krevur av okkum. (Mt 22:37-39) Slíkur kærleiki kemur ikki av sær sjálvum. Vit mugu læra at vísa kærleika. Hvussu? Eitt, sum er umráðandi, er at lesa í Bíbliuni hvønn dag. Tá ið vit hugsa um tær ymisku síðurnar av Guds persónleika, sum vit lesa um í Bíbliuni, síggja vit, „hvussu lívsælur HARRIN er“. (Slm 27:4) Úrslitið verður, at okkara kærleiki til hansara veksur, og okkara hugsanarháttur fer at líkjast hansara meira. Hetta gevur okkum hug at halda Guds boð, eisini boðið um at vísa ósjálvsøknan kærleika. (Jóh 13:34, 35; 1Jóh 5:3) Her eru trý uppskot til, hvussu bíbliulesing kann gerast meira spennandi:

  • Nýt hugflogið og sansarnar. Ímynda tær, at tú sjálvur ert til staðar. Hvat hevði tú sæð, hoyrt og luktað? Hvat munnu tey ymisku fólkini hava hugsað?

  • Brúka ymiskar mátar. Her eru nøkur uppskot: Les hart ella fylg við, meðan tú lurtar eftir eini ljóðupptøku. Les um ein ávísan bíbilskan persón ella eitt evni í staðin fyri at lesa kapitlar í raðfylgju. Brúka til dømis part 4 ella 16 í Bíbliuhandbókini, tá ið tú lesur um Jesus. Les allan kapittulin, sum dagsteksturin er tikin úr. Les bíbliubøkurnar í tí raðfylgju, tær vórðu skrivaðar.

  • Les fyri at skilja. At lesa ein kapittul um dagin, sum tú hugsar um og skilur, er nógv betri enn at lesa nógvar kapitlar bara fyri at hava lisið teir. Hav karmarnar fyri frásøguna í huga. Hugsa um smálutirnar. Nýt kort og krosstilvísingar til skriftstøðini. Kanna í minsta lagi eitt punkt, sum tú ikki skilur. Royn at brúka líka nógva tíð til at grunda um tað, tú hevur lisið, sum tú brúkar til at lesa tað.