Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 LÍVIÐ SUM KRISTIN

’Tað, sum Gud hevur bundið saman ...’

’Tað, sum Gud hevur bundið saman ...’

Móselógin kravdi, at ein maður, ið ætlaði at lata seg skilja, skuldi skriva eitt skilnaðarbræv. Hetta skuldi forða fyri, at hjúnaskilnaður varð framdur í skundi. Men á Jesusar døgum gjørdu trúarleiðararnir tað lætt at lata seg skilja. Ein maður kundi skiljast frá konu síni av eini og hvørji grund. (nwtsty lestrarviðmerkingar til Mrk 10:4, 11) Jesus gjørdi vart við, at tað er Jehova, sum hevur stovnað hjúnabandið. (Mrk 10:2-12) Maður og kona skuldu verða „eitt hold“, og hjúnabandið skuldi vera varandi. Sama frásøga í Matteusarevangeliinum vísir, at einasta bíbilska grundarlagið fyri hjúnaskilnaði er „hor [ella: kynsligt siðloysi]“. – Mt 19:9.

Nógv í dag meta ikki hjúnabandið eins og Jesus gjørdi, men eins og fariseararnir gjørdu. Tá ið trupulleikar stinga seg upp, eru fólk í heiminum skjót at lata seg skilja. Kristin harafturímóti taka sítt hjúnabandslyfti í álvara og royna at vinna á trupulleikum við at brúka meginreglurnar í Bíbliuni. Hygg at filminum Kærlighed og respekt forener familier, og svara síðani hesum spurningum:

  • Hvussu kanst tú brúka Orðtøkini 15:1 í hjúnabandinum, og hví er tað umráðandi?

  • Hvussu kunnu Orðtøkini 19:11 hjálpa tær at sleppa undan trupulleikum?

  • Hvørjar spurningar eigur tú at hugsa um, um illa stendur til í hjúnabandinum, heldur enn at umhugsa hjúnaskilnað?

  • Hvussu kann Matteus 7:12 hjálpa tær at blíva ein betri hjúnafelagi?