Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI | MARKUS 9-10

Ein sjón, sum styrkir trúnna

Ein sjón, sum styrkir trúnna

9:1-7

Hugsa tær, hvussu Jesus hevði tað, tá ið hann undir umbroytingini hoyrdi himmalska faðir sín góðkenna seg. Hetta gav honum uttan iva styrki at klára líðingarnar, sum vóru fyri framman. Sjónin hevði eisini stóra ávirkan á Pætur, Jákup og Jóhannes. Hon sannførdi teir um, at Jesus var Messias, og at tað var rætt at lurta eftir honum. Eini 32 ár seinni mintist Pætur enn hesa sjónina, og hvussu hon hevði styrkt hann í trúnni á tað „profetiska orðið“. – 2Pæt 1:16-19.

Hóast vit ikki sjálv hava sæð hesa fantastisku sjónina, eru vit vitni til, at hon gongur út. Jesus stjórnar sum máttmikil kongur. Skjótt fer hann at sigra og soleiðis rudda slóð fyri einum rættvísum nýggjum heimi. – Opb 6:2.

Hvussu hevur tað styrkt tína trúgv at síggja bíbliuprofetiir ganga út?