LÍVIÐ SUM KRISTIN
Hvussu kanst tú brúka JW Library?
TÁ IÐ TÚ LESUR PERSÓNLIGA
Les Bíbliuna og dagstekstin
Les ’Árbókina’, bløðini og annan lesnað. Set bókamerki
Fyrireika teg til møtini, og set striku undir svarini
Hygg at filmum
Á MØTUNUM
Finn skriftstøðini, sum talarin vísir til. Brúka søgufunkuna til at koma aftur til eitt ørindi
Heldur enn at hava nógvan lesnað við tær, kanst tú brúka fartólið hjá tær til at fylgja við í teimum ymisku pørtunum á møtinum, og tá ið vit skulu syngja. Í JW Library eru teir nýggju sangirnir, sum ikki eru í tí prentaðu sangbókini enn
Í BOÐANINI
Vís einum áhugaðum okkurt í JW Library, og hjálp síðani viðkomandi at taka appina og lesnaðin niður á hansara egna fartól
Brúka leitifunkuna til at finna eitt ørindi í Bíbliuni. Er ein setningur ikki í Ny Verden-Oversættelsen, kanst tú, um aðrar bíbliutýðingar eru í appini á viðkomandi málinum, skifta bíbliu og leita aftur
Vís ein film. Hevur tann vitjaði børn, kanst tú vísa ein film í filmsrøðini Bliv Jehovas ven. Ella tú kanst vísa filmin Hví kanna Bíbliuna? í vón um, at viðkomandi fær hug at kanna Bíbliuna. Hittir tú onkran, ið tosar eitt annað mál, kanst tú vísa honum ein film á hansara máli
Vís eitt skriftstað á einum øðrum máli í einari umseting, sum tú hevur tikið niður frammanundan. Finn skriftstaðið, trýst á nummarið á ørindinum og trýst síðani á ímyndina fyri aðrar umsetingar