Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI | GALATIABRÆVIÐ 4-6

Eitt ímyndarligt drama, sum hevur týdning fyri okkum

Eitt ímyndarligt drama, sum hevur týdning fyri okkum

4:24-31

Paulus brúkti hetta ímyndarliga dramað til at lýsa, hvussu nógv betri nýggi sáttmálin er enn lógarsáttmálin. Kristus og hansara samarvingar syrgja fyri, at øll menniskju fáa møguleika at verða fríað undan synd, ófullkomileika, sorg og deyða. – Es 25:8, 9.

 

TRÆLKVINNAN HAGAR

Tað bókstavliga Ísrael undir lógarsáttmálanum við Jerusalem sum høvuðsstaði

FRÆLSA KVINNAN SÁRA

Jerusalem omanfyri – tann himmalski parturin av Guds samskipan

’BØRNINI’ HJÁ HAGAR

Jødiska fólkið (sum hevði lovað at akta lógarsáttmálan) forfylgdi Jesusi og vrakaði hann

’BØRNINI’ HJÁ SÁRU

Kristus og tey 144.000 salvaðu kristnu

TRÆLDÓMUR UNDIR LÓGARSÁTTMÁLANUM

Lógin minti ísraelsmenn á, at teir vóru trælir undir syndini

NÝGGI SÁTTMÁLIN GEVUR FRÆLSI

Tað at trúgva á virðið av Kristi ofri gav frælsi frá fordøming lógarinnar