Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 LÍVIÐ SUM KRISTIN

Fá meira burtur úr tínum persónliga lestri

Fá meira burtur úr tínum persónliga lestri

HVÍ ER TAÐ UMRÁÐANDI? Persónligur bíbliulestur hjálpir okkum „at fata, hvør breiddin, longdin, dýpdin og hæddin er“ á sannleikanum. (Ef 3:18) Hetta hjálpir okkum eisini at verða verandi lýtaleys og ólastandi í einum óndum heimi og at „halda fast í orðinum, sum er lív“. (Flp 2:15, 16, Nýggi Sáttmálin) Persónligur bíbliulestur ger, at vit kunnu velja akkurát tað tilfarið, sum vit hava brúk fyri. Hvussu kunnu vit fáa so nógv sum gjørligt burturúr, tá ið vit lesa og kanna Bíbliuna?

SOLEIÐIS GERT TÚ:

  • Strika ørindi undir og ger viðmerkingar í Bíbliuna hjá tær, antin tú brúkar eina pappírsútgávu ella eina elektroniska útgávu

  • Set tær sjálvum hesar spurningar, tá ið tú lesur í Bíbliuni: ’Hvør? Hvat? Nær? Hvar? Hví? Hvussu?’

  • Kanna ymiskar upplýsingar. Brúka okkara leitiamboð, har tú kanst leita undir einum evni ella bíbliuørindi

  • Hugsa um tað, tú lesur, og finn út av, hvussu tú kanst brúka tað

  • Brúka tað, tú lærir, í gerandisdegnum. – Luk 6:47, 48

HYGG AT FILMINUM HOLD „GODT FAST“ – VED HJÆLP AF GRUNDIGT PERSONLIGT STUDIE, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:

  • Hvat hava summi sagt um tað at lesa persónliga?

  • Hví skulu vit altíð biðja eina bøn, áðrenn vit lesa persónliga?

  • Hvat kann hjálpa okkum at skilja okkurt í Bíbliuni betur?

  • Hvussu kunnu vit millum annað seta merki við ymiskt í okkara bíbliu?

  • Hví er tað so umráðandi, at vit grunda um tað, sum vit lesa í Guds orði?

  • Hvat skulu vit gera við tað, vit læra?

„Sum eg elski lóg Tína! Allan dagin grundi eg á hana.“ – Slm 119:97