Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 LÍVIÐ SUM KRISTIN

Fylg fótasporum Jesusar

Fylg fótasporum Jesusar

Jesus gav okkum eitt fyridømi at taka eftir, serliga tá ið vit eru fyri royndum ella verða atsøkt. (1Pæt 2:21-23) Hóast Jesus varð háðaður, lønti hann tað ongantíð aftur, heldur ikki tá ið hann bleiv píndur. (Mrk 15:29-32) Hvat hjálpti honum at halda út? Hann hevði sett sær fyri at gera Guds vilja. (Jóh 6:38) Hann hugsaði eisini um „gleðina, ið fyri Honum lá“. – Heb 12:2.

Hvat gera vit, tá ið vit verða illa viðfarin orsakað av okkara trúgv? Sonn kristin løna ikki „ilt fyri ilt“. (Róm 12:14, 17) Tá ið vit taka eftir Jesusi, sum helt út, tá ið hann var fyri líðingum, kunnu vit gleðast um at hava Guds tokka. – Mt 5:10-12; 1Pæt 4:12-14.

HYGG AT FILMINUM JEHOVAS NAVN ER DET VIGTIGSTE, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:

  • Hvussu brúkti systir Pötzinger tíðina við skili, meðan hon sat avbyrgd í fongslinum?

  • Hvørjar líðingar máttu bróðir og systir Pötzinger tola í ymiskum fangalegum?

  • Hvat hjálpti teimum at halda út?

Fylg fótasporum Jesusar, tá ið tú ert fyri líðingum