Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI | 1. TESSALONIKABRÆV 1-5

Haldið fram at uppbyggja og styrkja hvørt annað

Haldið fram at uppbyggja og styrkja hvørt annað

5:11-14

Vit eru øll før fyri at uppbyggja onnur. Til dømis uppbyggja vit onnur, tá ið vit trúføst koma á møti og eru við í boðanini, kanska „undir miklum stríði“ vegna ringa heilsu ella aðrar trupulleikar. (1Tess 2:2) Vit kunnu eisini troysta okkara trúarfelagar, sum hava brúk fyri tí, við frammanundan at hugsa um, hvat vit kunnu siga, og kanska finna nakrar uppbyggjandi tankar fram.

Hvar finnur tú upplýsingar um, hvussu tú kanst uppbyggja onkran, sum hevur okkurt ávíst at stríðast við?

Hvønn í samkomuni vilt tú gjarna uppbyggja?