Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 LÍVIÐ SUM KRISTIN

Árligar stevnur – ein møguleiki at vísa kærleika

Árligar stevnur – ein møguleiki at vísa kærleika

Hví elska vit okkara stevnur? Líkasum í fortíðar Ísrael kunnu vit á okkara stevnum ofta tilbiðja Jehova saman við hundraðtals ella enntá túsundtals trúarfelagum. Vit gleðast um ta góðu andaligu føðina, vit fáa har, og um at vera saman við okkara vinum og familju. Og tí vilja vit gjarna vera á stevnuni allar tríggjar dagarnar.

Tá ið vit hava møguleika at koma saman, eiga vit ikki bara at hugsa um, hvat vit sjálv kunnu fáa burturúr, men eisini um hvussu vit kunnu vísa øðrum kærleika. (Gal 6:10; Heb 10:24, 25) Tá ið vit halda hurðini fyri okkara brøðrum og systrum ella lata vera við at taka fleiri pláss, enn vit hava brúk fyri, so vísa vit, at vit hugsa um onnur. (Flp 2:3, 4) Á stevnunum hava vit góðar møguleikar at fáa nýggjar vinir. Vit kunnu seta okkum fyri at tosa við onkran, sum vit ikki kenna, bæði áðrenn og eftir skránna og í døgurðasteðginum. (2Kor 6:13) Kanska fáa vit ein vin fyri lívið! Men tað, sum hevur størstan týdning, er, at tá ið onnur síggja okkum vísa sannan kærleika, fáa tey kanska hug at tæna Jehova saman við okkum. – Jóh 13:35.

HYGG AT VIDEONUM DE INTERNATIONALE STÆVNER „KÆRLIGHEDEN SVIGTER ALDRIG!“ OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:

  • Hvussu vísti mann gestunum kærleika á altjóða stevnunum í 2019?

  • Hví er tað so merkisvert, at einleiki og kærleiki er millum Guds fólk?

  • Hvørjar síður av kristna kærleikanum tosaðu brøður úr stýrandi ráðnum um?

  • Hvussu kanst tú vísa kærleika á okkara stevnum?

    Hvussu hevur kærleikin sigrað í Týsklandi og Suðurkorea?

  • Hvat eiga vit at seta okkum fyri?