Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 LÍVIÐ SUM KRISTIN

Hvat kunnu sangirnir í mánaðarsendingini læra okkum?

Hvat kunnu sangirnir í mánaðarsendingini læra okkum?

Eru nakrir sangir í mánaðarsendingini, sum tær dámar serliga væl? Hví akkurát teir? Vísa videoløgini nakað, sum er viðkomandi fyri teg? Við so nógvum ymiskum tónleiki og evnum er nakað fyri ein og hvønn. Men sangirnir og videoløgini eru meira enn bara undirhald.

Hvør einasti sangur lærir okkum nakað, sum vit kunnu brúka í okkara kristna lívi og tænastu. Nakrir sangir eru um gestablídni, einleika, vinalag, dirvi, kærleika og trúgv. Aðrir eru um at venda aftur til Jehova, um at fyrigeva, um at vera trúfastur í tí dagliga og um at røkka andaligum málum. Ein sangur er enntá um at brúka fartelefonina við skili. Hvat annað hava hesir sangirnir lært teg? (Nakrir hava undirtekstir, so teir kunnu syngjast á føroyskum.)

HYGG AT VIDEOLAGNUM GEV MÆR DIRVI, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:

  • Undir hvørjum umstøðum máttu brøðurnir og systrarnar vísa dirvi?

  • Hvat álit høvdu tey? – 1Mós 14:20

  • Hvat koma vit at uppliva í nærmastu framtíð?

  • Hvat fer at hjálpa okkum at vísa dirvi, uttan mun til hvat hendir? – 2Kg 6:16