DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI | 1. MÓSEBÓK 12-14
Ein sáttmáli, sum hevur týdning fyri teg
Jehova gjørdi ein sáttmála við Ábraham. Sáttmálin legði løgfrøðiliga grundarlagið undir tað himmalska ríkið
Sáttmálin kom eftir øllum at døma í gildi í 1943 f.o.t., tá ið Ábraham fór yvir um Eufratánna á veg til Kána’an
Sáttmálin er galdandi inntil tað messianska ríkið beinir fyri Guds fíggindum og signar allar ættir á jørðini
Jehova signaði Ábraham fyri hansara sterku trúgv. Hvørjar signingar fáa vit gjøgnum Ábrahamssáttmálan, um vit vísa trúgv á lyftini frá Jehova?