Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 LÍVIÐ SUM KRISTIN

Fært tú gagn av Undersøg Skrifterne hver dag?

Fært tú gagn av Undersøg Skrifterne hver dag?

Fevna tínir andaligu vanar um dagliga at lesa ørindið og viðmerkingina í Undersøg Skrifterne hver dag? Um ikki, kanst tú so gera tær tað til ein vana? Nógv kanna dagstekstin um morgunin, so tey kunnu hugsa um hann gjøgnum dagin. (Jos 1:8; Slm 119:97) Hvussu kanst tú fáa enn meira burtur úr dagstekstinum? Les bíbliutekstin, sum ørindið er tikið úr, fyri at fáa samanhangið við. Royn at koma í tankar um eina frásøgu í Bíbliuni, sum lýsir meginregluna í dagstekstinum. Brúka síðani sjálvur meginregluna. Letur tú Guds orð ávirka tínar avgerðir, fer tað at leiða teg og hjálpa tær at fáa eitt gott lív. – Slm 119:105.

Betelfamiljur kring heimin viðgera dagstekstin um morgunin. Og seinnu árini eru fleiri av hesum viðgerðum lagdar út á JW Broadcasting® undir PROGRAMMER OG BEGIVENHEDER. Nær hugdi tú seinast at einari? Kanska koma nakrir tankar fram, sum júst tú hevur brúk fyri. Hvussu kundi til dømis frásøgan um Lot ávirkað tínar avgerðir?

HYGG AT FILMINUM ELSK IKKE VERDEN (1JÓH 2:15), OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:

  • Hvørja bíbilska meginreglu var viðgerðin av dagstekstinum grundað á?

  • Hvat lærir frásøgan um Lot okkum um vandan við at elska heimin ella tað, sum er í heiminum? – 1Mós 13:12; 14:12; 19:3, 12, 13, 24-26

  • Hvussu vísa vit, at vit elska Jehova og ikki heimin ella tað, sum er í heiminum?

Hvussu kann eg gjøgnum dagin vísa, at eg elski Jehova?