Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI | 1. MÓSEBÓK 15-17

Hví broytti Jehova nøvnini hjá Ábrami og Sárai?

Hví broytti Jehova nøvnini hjá Ábrami og Sárai?

17:1, 3-5, 15, 16

Ábram var ólastandi í Jehova eygum. Tá ið Jehova greiddi Ábrami nærri frá sínum lyfti, gav hann Ábrami og Sárai nøvn, sum høvdu profetiskan týdning.

Sum nøvnini boðaðu frá, bleiv Ábraham faðir at nógvum tjóðum, og Sára bleiv ættarmóðir til kongar.

  • Ábraham

    Faðir at eini mongd

  • Sára

    Prinsessa

Vit kunnu ikki sjálv velja, hvat vit vilja eita, tá ið vit verða fødd. Men eins og Ábraham og Sára kunnu vit gera nakað fyri at fáa eitt gott umdømi. Spyr teg sjálvan:

  • ’Hvat kann eg gera fyri at vera ólastandi í Jehova eygum?’

  • ’Hvat navn royni eg at fáa mær hjá Jehova?’