Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 LÍVIÐ SUM KRISTIN

Sært tú ósjónligu eginleikar Guds?

Sært tú ósjónligu eginleikar Guds?

Tá ið tú hyggur at einari litfagrari blómu, stjørnuhimmalinum ella einum brúsandi fossi, hugsar tú so, at tað er skaparin, sum stendur aftanfyri? Vit síggja týðiliga ósjónligu eginleikarnar hjá Jehova í skapanarverkinum. (Róm 1:20) Steðga vit á og hugsa um tað, vit síggja, hjálpir tað okkum at skilja Guds kraft, kærleika, vísdóm og rættvísi, og eisini hansara gávumildi. – Slm 104:24.

Hvat av tí, sum Jehova hevur skapt, leggur tú merki til hvønn dag? Sjálvt um tú býrt í einum býi, sært tú kanska fuglar ella trø. At eygleiða tað, sum Jehova hevur skapt, kann minka um stúranir, seta okkara trupulleikar í rætta perspektiv og styrkja okkara álit á, at Jehova kann taka sær av okkum í allar ævir. (Mt 6:25-32) Eigur tú børn, mást tú hjálpa teimum at geva sær far um einastandandi eginleikarnar hjá Jehova. Meira vit virðismeta skapanarverkið, tættari koma vit skaparanum. – Slm 8:4, 5.

HYGG AT FILMINUM DET FANTASTISKE SKABERVÆRK VIDNER OM GUD – LYS OG FARVER, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:

  • Hvussu gera litkorn, ella pigment, okkum før fyri at síggja litir?

  • Hvat er tað, sum ger, at nakað kann skyggja í øllum litum?

  • Hví síggja vit ymiskar litir á luftini?

  • Hvørjar fantastiskar litir í skapanarverkinum hevur tú lagt merki til, har sum tú býrt?

  • Hví eiga vit at taka okkum stundir til at eygleiða skapanarverkið?

Hvat fortelja ljós og litir okkum um eginleikarnar hjá Jehova?