Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 LÍVIÐ SUM KRISTIN

Soleiðis gerst tú ein betri boðari – Laga teg eftir umstøðunum

Soleiðis gerst tú ein betri boðari – Laga teg eftir umstøðunum

HVÍ ER TAÐ UMRÁÐANDI? Tey salvaðu og hin seyðurin bjóða alskyns menniskjum at ’taka vatn lívsins fyri einki’. (Opb 22:17) Ímyndarliga vatnið umboðar alt tað, Jehova ger fyri at bjarga lýdnum menniskjum undan synd og deyða. Skulu vit hjálpa fólkum, sum hava ymiskar siðir og ymiska trúgv, mugu vit boða ’æviga evangeliið’ upp á ein máta, sum talar til teirra. – Opb 14:6.

SOLEIÐIS GERT TÚ:

  • Vel eitt evni og eitt bíbliuørindi, sum talar til fólk í tínum øki. Tú kanst velja eitt uppskot til samrøður ella okkurt annað, sum hevur riggað væl hjá tær. Hvørji evni og bíbliuørindi hava givið góð úrslit? Hevur okkurt verið í tíðindunum, sum fólk hugsa og tosa nógv um? Hvat hava ávikavist menn og konur hug at tosa um?

  • Ver fólkaligur, vinarligur og natúrligur, tá ið tú tosar við fólk. – 2Kor 6:3, 4

  • Set teg væl inn í lesnaðin og filmarnar, sum eru í amboðskassanum, so tú kanst brúka teir, tá ið fólk vísa áhuga

  • Tak tilfar niður á málum, sum fólk tosa í tínum øki

  • Hugsa um tørvin hjá tí vitjaða, og skift evni um neyðugt. (1Kor 9:19-23) Hvat hevði tú til dømis sagt, um tann vitjaði fortelur, at hann nýliga hevur mist ein kæran?

HYGG AT FILMINUM, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:

  • Hvat evni byrjaði boðarin at tosa við tann vitjaða um?

  • Hvat var hent hjá tí vitjaða?

  • Hvat bíbliuørindi var best at brúka í hesum førinum, og hví?

  • Hvat gert tú fyri, at tín framløga skal tala til fólk í tínum øki?