Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 LÍVIÐ SUM KRISTIN

Minnist konu Lot

Minnist konu Lot

Hví hugdi kona Lot aftur um seg, tá ið hon flýddi úr Sodoma? Tað sigur Bíblian einki um. (1Mós 19:17, 26) Samanhangið í ávaringini hjá Jesusi bendir á, at henni kanska longdist eftir tí, sum hon var farin frá. (Luk 17:31, 32) Hvat kunnu vit gera fyri ikki at missa Guds tokka, eins og kona Lot gjørdi? Vit mugu ikki ganga ov høgt upp í at hava tað gott materielt. (Mt 6:33) Jesus segði, at vit „kunnu ikki tæna Gudi og mammon“. (Mt 6:24) Men hvat um vit uppdaga, at vit eru farin at ganga meira upp í tað materiella enn tað andaliga? Vit kunnu biðja Jehova hjálpa okkum at síggja, hvørjar broytingar vit mugu gera, og biðja um dirvi og styrki til at gera broytingarnar.

SVARA HESUM SPURNINGUM Í SAMBANDI VIÐ FILMIN HUSK PÅ LOTS HUSTRU, SUM ER Í TRIMUM PØRTUM:

  • Hvussu kann eg vísa í gerðum, at eg „minnist konu Lot“?

    Hvussu ávirkaði trýstið til at tjena fleiri pengar hugsanarháttin, taluna og gerðirnar hjá Gloriu?

  • Hvussu er dømið við konu Lot ein ávaring til okkum í dag?

  • Hvussu hjálpti tað Joe og familjuni at fylgja meginreglunum í Bíbliuni?

  • Hvussu ávirkaði tað Annu andaliga at vera saman við starvsfelagunum?

  • Hví hava vit brúk fyri dirvi, um onnur royna at fáa okkum at seta tað materiella á fremsta plássið?

  • Hvat gjørdu Brian og Gloria fyri aftur at seta tað andaliga fremst?

  • Hvørjar bíbilskar meginreglur legði tú merki til í filminum?