Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 LÍVIÐ SUM KRISTIN

Jesus doyði eisini fyri bróður tín

Jesus doyði eisini fyri bróður tín

Jesus ofraði sítt lív fyri ófullkomin menniskju. (Róm 5:8) Sum einstaklingar eru vit uttan iva takksom fyri, at Jesus vísti okkum kærleika og gav sítt lív fyri okkum. Men av og á mugu vit minna okkum á, at Jesus eisini doyði fyri bróður okkara. Hvussu kunnu vit eins og Jesus vísa, at vit elska okkara brøður og systrar, sum eru ófullkomin líkasum vit? Hugsa um hesi trý økini. Fyri tað fyrsta kunnu vit víðka okkara vinaskara til eisini at fevna um tey, sum hava eina aðra bakgrund enn vit. (Róm 15:7; 2Kor 6:12, 13) Fyri tað næsta kunnu vit ansa eftir ikki at siga ella gera nakað, sum onnur kunnu fáa ilt av. (Róm 14:13-15) Og at enda kunnu vit vera skjót at fyrigeva, um onkur syndar ímóti okkum. (Luk 17:3, 4; 23:34) Royna vit at taka eftir Jesusi á hesum økjum, heldur Jehova fram at signa samkomuna við friði og einleika.

HYGG AT FILMINUM BLIV SMUKKERE! OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:

  • Hvussu dámdi Miki samkomuna í fyrstuni?

  • Hví broyttust hennara kenslur?

  • Hvussu hjálpti tað, sum Jesus gjørdi, Miki at broyta hugburð? (Mrk 14:38)

  • Hvussu kunnu Orðtøkini 19:11 hjálpa okkum at hugsa tað besta um okkara trúarfelagar?