Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI | LUKAS 19-20

Lær av líknilsinum um tey tíggju pundini

Lær av líknilsinum um tey tíggju pundini

19:12-24

Hvat ímynda persónarnir og pengarnir í líknilsinum?

  1. Harrin ímyndar Jesus

  2. Tænararnir ímynda salvaðu lærisveinarnar hjá Jesusi

  3. Pengarnir, sum harrin gevur tænarunum, ímynda dýrabara framíhjárættin at gera lærisveinar

Líknilsið ávarar um, hvat hevði hent, um salvaðu lærisveinarnir hjá Jesusi tóku eftir hugburðinum hjá einum óndum tænara. Jesus væntar, at hansara lærisveinar brúka tíð, orku og enntá materiellar ognir til at gera fleiri lærisveinar.

Hvussu kann eg taka eftir trúføstum salvaðum kristnum í sambandi við at gera lærisveinar?