DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI | 2. KORINTBRÆV 1-3
Jehova er „Gud alrar troystar“
Jehova troystar okkum millum annað gjøgnum samkomuna. Hvussu kunnu vit troysta tey, sum syrgja?
Vit kunnu lurta eftir teimum uttan at bróta av
Vit kunnu ’gráta við teimum, ið gráta’. – Róm 12:15
Vit kunnu senda eitt uggandi kort, ein teldupost ella eitt sms. – w17.07-D 15, ramman
Vit kunnu biðja saman við teimum og fyri teimum