LÍVIÐ SUM KRISTIN
Boðan og undirvísing – alneyðugt fyri at gera lærisveinar
Jesus bað sínar eftirfylgjarar fara út at gera lærisveinar. (Mt 28:19) Hetta fevnir um at boða og at undirvísa. Vit eiga øll av og á at spyrja okkum sjálv: ’Hvussu kann eg gera framstig á hesum báðum økjunum?’
BOÐAN
Heldur enn at bíða eftir at fólk koma til okkum, mugu vit leita eftir teimum, ’ið eru tað verd’. (Mt 10:11) Eru vit vakin fyri møguleikum í boðanini at tosa við fólk, sum vit hitta av tilvild? (Áps 17:17) Lýdia bleiv ein lærisveinur, tí Paulus ápostul var íðin í boðanini. – Áps 16:13-15.
„Sáa sáð títt um morgunin, og lat ikki hondina hvíla, táið líður móti kvøldi“ (Præd 11:6)
HYGG AT FILMINUM FORKYND “UDEN OPHØR” – UFORMELT OG FRA HUS TIL HUS, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:
Hvussu vísti Samuel, at hann legði seg eftir at sáa sannleiksfræ í gerandisdegnum?
Hví mugu vit vera áhaldin í øllum tænastugreinum?
Hvørjum kundi tú fortalt um Guds ríki í tínum gerandisdegi?
UNDIRVÍSING
Skulu vit gera fólk til lærisveinar, mugu vit gera meira enn bara at lata teimum lesnað. Vit mugu fara á afturvitjan og kanna Bíbliuna saman við teimum fyri at hjálpa teimum at vaksa andaliga. (1Kor 3:6-9) Men hvat um lítið og einki kemur burtur úr okkara royndum at læra fólk um sannleikan? (Mt 13:19-22) So eiga vit at halda fram at leita eftir teimum, ið eru sum ’góð jørð’. – Mt 13:23; Áps 13:48.
„Eg plantaði, Apollos vatnaði, men Gud gav vøkst“ (1Kor 3:6)
HYGG AT FILMINUM FORKYND “UDEN OPHØR” – OFFENTLIGT OG GØR ANDRE TIL DISCIPLE, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:
Hvussu vatnaðu Paul og Maria sannleiksfræini, sum vóru sáað hjá Ezekieli og Gabi?
Hvat eigur at vera okkara mál í øllum tænastugreinum, eisini í almennu boðanini?
Hvussu kundu vit gjørt meira burtur úr at læra onnur sannleikan?