Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI | MARKUS 3-4

Grøðing á sabbatinum

Grøðing á sabbatinum

3:1-5

Hví var Jesus so harmur um hugburðin hjá jødisku trúarleiðarunum? Tí teir gjørdu sabbatin til eina byrðu við at leggja óteljandi smærri avmarkingar aftrat. Til dømis var tað bannað at drepa eina loppu. Og tað var bara lov at grøða sjúk, um tey vóru í lívsvanda. So um onkur breyt ella kokti beinið, kundi hann ikki fáa viðgerð. Tað var týðiligt, at trúarleiðararnir ikki høvdu umsorgan fyri manninum við tí visnu hondini.