Kann Bíblian hjálpa tær at sleppa burtur úr rúsevnismisnýtslu?
Hvørt ár doyggja milliónir orsakað av misnýtslu, millum annað av rúsevnismisnýtslu. Og trupulleikin bleiv uppaftur størri undir COVID-19 farsóttini. Bíblian hevur hjálpt nógvum at sleppa burtur úr rúsevnismisnýtslu. Stríðist tú við misnýtslu? Um so er, kann Bíblian eisini hjálpa tær. a
Í hesi greinini:
Hvussu kann Bíblian hjálpa tær at sleppa burtur úr misnýtslu?
Fleiri dømi um, at Bíblian hevur hjálpt fólki at sleppa burtur úr misnýtslu
Sigur Bíblian, at tað er skeivt at fáa professionella hjálp í sambandi við misnýtslu?
Sigur Bíblian, at tað er skeivt at taka vanaelvandi heilivág?
Hvussu kann Bíblian hjálpa tær at sleppa burtur úr misnýtslu?
Kanningar vísa, at rúsevnismisnýtsla ofta stendst av, at fólk føla seg einsamøll, eru strongd, stúrin ella hava tunglyndi. Bíblian kann hjálpa tær at takkla tær kenslurnar, sum kanska eru orsøkin til tína misnýtslu. Hon kann hjálpa tær at fáa eina sterka trúgv og at blíva vinur við Gud. (Sálmur 25:14) Hann kann geva tær styrki til at vinna á trupulleikum, sum virka ómøguligir at loysa einsamallur. – Markus 11:22-24.
Fýra stig, sum kunnu hjálpa tær burtur úr misnýtslu
1. Lær Jehova Gud at kenna. b (Jóhannes 17:3) Hann hevur skapt alt og hevur óavmarkaða kraft. Hann er eisini tín himmalski pápi. Hann elskar teg og vil, at tit skulu hava eitt tætt samband. Og hann vil gjarna hjálpa tær og geva tær av sínari kraft. (Esaias 40:29-31; Jákupsbrævið 4:8) Hann lovar tær eina fantastiska framtíð, viss tú velur at blíva hansara vinur. – Jeremias 29:11; Jóhannes 3:16.
2. Bið til Gud um hjálp. Bið til Jehova, og fortel honum, at tú gjarna vilt hava hjálp til at sleppa burtur úr tínari misnýtslu, so tú kanst blíva reinur og dámligur í hansara eygum. (Rómbrævið 12:1) Gjøgnum sín heilaga anda kann hann geva tær eina „ómetaliga kraft“. (2. Korintbræv 4:7; Lukas 11:13) Henda kraftin kann hjálpa tær at halda uppat at misnýta rúsevni og at blíva eitt nýtt menniskja – altso at blíva ein persónur, sum Gud gleðist um. – Kolossebrævið 3:9, 10.
3. Lurta eftir tí, sum Gud sigur. (Esaias 55:9) Hann vil gjarna hjálpa tær at stýra tínum tonkum, tí tað kann hjálpa tær at sleppa burtur úr tínari misnýtslu. (Efesusbrævið 4:23) Tað er viktigt, at tú lesur regluliga í Bíbliuni, tí tá lurtar tú eftir Gudi. (Sálmur 1:1-3) Jehova vitni bjóða eitt ókeypis bíbliuskeið, sum kann hjálpa tær at skilja Bíbliuna betur. (Ápostlasøgan 8:30, 31) Tú ert eisini vælkomin á møti hjá okkum. Har kanna vit Bíbliuna og tosa um, hvussu vit kunnu brúka tað, sum vit læra, í gerandisdegnum.
4. Hugsa um, hvørjum tú ert saman við. Tey, sum tú ert saman við, hava stóra ávirkan á teg og kunnu antin hjálpa tær ella gera tað verri hjá tær at sleppa burtur úr misnýtsluni. (Orðtøkini 13:20) Gud vil, at tú skalt hava góðar vinir, og sovorðnar vinir finnur tú millum tey, sum liva eftir hansara normum. (Sálmur 119:63; Rómbrævið 1:12) Tú mást eisini hugsa teg væl um, tá ið tú velur undirhald, tí teir persónarnir, sum tú hyggur eftir, lurtar eftir ella lesur um, kunnu eisini ávirka teg. Halt teg frá øllum, sum kann gera tað verri hjá tær at gera tað rætta. – Sálmur 101:3; Amos 5:14.
Bíbliuørindi, sum kunnu hjálpa tær burtur úr misnýtslu
Sálmur 27:10: „Faðir og móðir fóru frá mær – men HARRIN tekur meg til Sín.“
„Eg havi ongantíð kent pápa mín, og tí havi eg altíð havt eina tóma kenslu innaní. Men tá ið eg fann út av, at Jehova Gud er ein veruligur persónur, sum elskar meg, føldi eg, at lívið gav meining, og tað hjálpti mær at koma burtur úr misnýtsluni.“ – Wilby úr Haiti.
Sálmur 50:15: „Kalla á Meg, tann dag tú ert í neyð – Eg skal bjarga tær.“
„Hetta ørindið hevur ofta hjálpt mær, eisini tá ið eg eri dottin útí aftur. Jehova hevur hildið sítt lyfti.“ – Serhiy úr Ukraina.
Orðtøkini 3:5, 6: „Lít á HARRAN av øllum hjarta tínum, men lít ikki á vit títt! Kenn Hann á øllum leiðum tínum! So skal Hann gera gøtur tínar rættar.“
„Hesi ørindini hava hjálpt mær at líta á Jehova og ikki á meg sjálvan. Við hansara hjálp kláraði eg at leggja lívið fullkomiliga um.“ – Michele úr Italia.
Esaias 41:10: „Óttast ikki! Eg eri við tær! Ver ikki mótfallin! Eg eri Gud tín! Eg styrki teg og hjálpi tær og haldi tær uppi við høgru hond rættvísi Mínar!“
„Eg var illa plágaður av angist, tá ið eg ikki tók stoffir. Men hetta skriftstaðið sannførdi meg um, at Gud fór at hjálpa mær at vinna á mínari angist, og tað gjørdi hann.“ – Andy úr Suðurafrika.
1. Korintbræv 15:33: „Villist ikki! Ringur felagsskapur spillir góðar siðir!“
„Eg hevði ikki teir bestu vinirnar, tí teir fingu meg at royna rúsevni, og tað endaði við, at eg bleiv bundin. Eg bleiv ikki rúsfríur, fyrr enn eg kvetti sambandið við teir og fekk mær nýggjar vinir, sum livdu eitt pent lív.“ – Isaac úr Kenja.
2. Korintbræv 7:1: „Latið okkum reinsa okkum frá øllum, ið ger okkum órein – á holdi og á anda.“
„Hesi orðini hjálptu mær at blíva við at stríðast fyri at blíva rein innaní og at sleppa mínum ringu vanum, sum til dømis misnýtslu og sjálvskaðan.“ – Rosa úr Kolumbia.
Filippibrævið 4:13: „Alt eri eg mentur í Honum, sum ger meg sterkan.“
„Eg visti, at eg ikki fór at klára at sleppa burtur úr misnýtsluni í egnari kraft. Tí bað eg til Gud um at hjálpa mær. Hann gav mær ta styrkina, sum eg hevði brúk fyri.“ – Patrizia úr Italia.
Fleiri dømi um, at Bíblian hevur hjálpt fólki at sleppa burtur úr misnýtslu
Joseph Ehrenbogen vaks upp í einum harðligum umhvørvi og bleiv sum ungur bundin av alkoholi, tubbaki, marihuana og heroini. Hann mundi fleiri ferðir doyð av yvirdosis. Men ein frásøga í Bíbliuni sannførdi hann um, at hann kundi broyta seg. Tú kanst lesa um lívið hjá honum í greinini „Jeg lærte at respektere kvinder og mig selv“.
Dmitry Korshunov datt ofta útí aftur, tá ið hann royndi at sleppa burtur úr sínari alkoholmisnýtslu. Í videonum ’Eg var móður av mínum lívi’ sært tú, hvat hjálpti honum.
Sigur Bíblian, at tað er skeivt at fáa professionella hjálp í sambandi við misnýtslu?
Nei. Bíblian sigur faktiskt: „Frískum tørvar ikki lækna, men sjúkum!“ (Matteus 9:12) Og tað samsvarar væl við eina útsøgn frá U.S. National Institute on Drug Abuse, sum ljóðar soleiðis her: „At vera bundin av rúsevnum er ein kompleks sjúka, og tað krevur ofta meira enn góðar intentiónir og ein sterkan vilja at sleppa burtur úr tí.“ Tann hjálpin, mann kann fáa frá Gudi, er sjálvandi nógv sterkari enn viljin hjá nøkrum menniskja. Men nógv av teimum, sum hava fylgt ráðunum í Bíbliuni, og sum eru sloppin burtur úr sínari misnýtslu, hava eisini havt brúk fyri professionellari hjálp. c Soleiðis var tað til dømis hjá einum manni, sum eitur Allen. Hann fortelur: „Tá ið eg legði av at drekka, var eg so ringur í abstinensum, at eg fekk fysiska pínu. Eg skilti, at eg hevði brúk fyri professionellari hjálp, umframt ta andaligu hjálpina eg fekk.“
Sigur Bíblian, at tað er skeivt at taka vanaelvandi heilivág?
Nei. Tað stendur faktiskt í Bíbliuni, at alkohol kann brúkast til at viðgera sjúku ella linna pínu hjá fólki, sum liggja á deyðastrá. (Orðtøkini 31:6; 1. Timoteusarbræv 5:23) Men bæði alkohol og pínulinnandi heilivágur kunnu vera sera vanaelvandi. Tí er tað umráðandi at hugsa um teir møguligu vandarnar og at vera varin, tá ið mann tekur pínulinnandi heilivág, sum krevur resept. – Orðtøkini 22:3.
a Hóast henda greinin serliga snýr seg um rúsevnismisnýtslu, kunnu tey góðu ráðini úr Bíbliuni eisini brúkast, viss mann er bundin av alkoholi, tubbaki, mati, pengaspæli, pornografi ella sosialum miðlum.
b Jehova er Guds navn. (Sálmur 83:18, New World Translation) Sí greinina „Hvør er Jehova?“
c Nógv viðgerðartilboð eru at fáa, til dømis á viðgerðarheimum og sjúkrahúsum. Tað er umráðandi at kanna viðgerðarmøguleikarnar væl, fyri at finna út av hvat tann besta viðgerðin er í tí einstaka førinum. – Orðtøkini 14:15.

