Hvussu kunnu pápar vísa, at teir eru góðir við synirnar?

Hvussu kunnu pápar vísa, at teir eru góðir við synirnar?

Hvussu kunnu pápar vísa, at teir eru góðir við synirnar?

„BABBA, hvussu ber tað til, at tú veitst so nógv?“ Hevur sonurin hjá tær nakrantíð spurt teg um tað? Um so er, bleivst tú sikkurt ordiliga glaður og stoltur. Og tú bleivst sikkurt uppaftur glaðari, viss hann haraftrat fylgdi tínum góðu ráðum og fekk nakað gott burturúr. aOrðtøkini 23:15, 24.

Men sær sonurin líka nógv upp til tín nú, sum tá ið hann var lítil? Ella er støðan broytt? Hvussu kanst tú varðveita eitt gott samband við sonin, so hvørt sum hann veksur til? Vit fara at kanna, hví tað kann vera ringt.

Tríggjar orsøkir til, at tað kann vera ringt

1. MANGLANDI TÍÐ: Nógvastaðni eru tað fyrst og fremst páparnir, sum forsyrgja familjuni. Og tí eru teir ikki so nógv heima. Summastaðni eru pápar øgiliga lítið saman við børnunum. Til dømis vísir ein kanning, sum nýliga er gjørd í Fraklandi, at pápar í miðal eru minni enn 12 minuttir saman við børnunum hjá sær um dagin.

HUGSA UM HETTA: Hvussu nógv ert tú saman við soninum? Ta næstu vikuna ella tvær kundi tú kanska prøvað at skrivað tíðina niður, sum tú ert saman við honum hvønn dag. Úrslitið kemur kanska óvart á teg.

2. MANGLANDI FYRIMYND: Nakrir menn hava ikki havt so nógv við pápa sín at gera. Jean-Marie, sum býr í Fraklandi, sigur: „Eg var ikki so nógv saman við pápa mínum.“ Hvussu hevur tað ávirkað hann? Hann sigur, at tað hevur yvirraskað hann, hvussu ringt tað er at tosa við sínar egnu synir um týðandi ting. Aðrir menn kenna pápa sín øgiliga væl, men allíkavæl hava teir tað ikki gott saman. Philippe, 43, sigur: „Tað var ringt hjá pápa mínum at vísa mær, at hann var góður við meg. Og av tí sama er tað ringt hjá mær at vísa soninum, at eg eri góður við hann.“

HUGSA UM HETTA: Følir tú, at tú líkist pápa tínum, tá ið tað kemur til uppalingina av tínum egna soni? Hevur tú lagt merki til, um tú gert tað sama góða ella ringa, sum pápi tín plagdi at gera? Hvussu kemur tað til sjóndar?

3. MANGLANDI JAVNVÁG Í UPPALINGINI: Í summum mentanum halda fólk ikki, at tað er so viktigt, at páparnir eru við til at uppala børnini. Luca úr Evropa sigur: „Har sum eg vaks upp, halda fólk, at tað er mamman, sum skal taka sær av børnunum.“ Í øðrum mentanum væntar mann, at páparnir skulu vera strangir og revsa børnini, men ikki nógv meira enn tað. Eitt dømi kundi verið George, sum vaks upp í einum afrikanskum landi. Hann sigur: „Menn úr mínari mentan spæla ikki við børnini, tí teir eru bangnir fyri, at børnini missa virðingina fyri teimum. So tað var ikki so lætt hjá mær bara at hava tað stuttligt saman við soninum.“

HUGSA UM HETTA: Hvat er vanligt, har sum tú býrt? Roknar mann við, at tað bara eru mammurnar, sum skulu uppala børnini? Er tað vanligt, at pápar siga við synirnar, at teir elska teir? Ella halda fólk bara, at tað er nakað fjas, at teir skulu siga tað?

Hvat kanst tú gera, viss tú ert pápi og heldur, at okkurt av hesum er ringt? Her eru nøkur uppskot:

Tað er gott at byrja, meðan sonurin er lítil

Flestallir smádreingir vilja gjarna vera sum pápi sín. So meðan sonurin hjá tær er lítil, er tað gott at útnytta hetta natúrliga ynskið. Hvussu kanst tú gera tað? Og nær kanst tú seta tíð av til at vera saman við honum?

Hvørja ferð tað ber til, kanst tú lata sonin hjálpa tær við ymiskum. Tá ið tú til dømis fert út at feia ella grava, kanst tú geva soninum ein lítlan kust ella spaka, so hann kann hjálpa tær. Tað vil hann heilt sikkurt gjarna – tú ert jú hansara fyrimynd og hetja! Tað kann vera, at tað tekur eitt sindur longri tíð at fáa arbeiðið gjørt, men tað knýtir tykkum tættari saman, og tú lærir hann góðan arbeiðsmoral. Fyri langari tíð síðani eggjaði Bíblian pápum til at útnytta løtur í gerandisdegnum til at tosa við børnini og læra tey ymiskt. (5. Mósebók 6:6-9) Og tey ráðini eru eisini góð at fylgja í dag.

Umframt at gera nakað praktiskt saman við soninum, mást tú eisini spæla við hann. Spæl er ikki bara spæl. Kanningar vísa, at tá ið pápar spæla við børnini hjá sær, verða tey meira djørv og fáa hug at prøva nakað nýtt.

Ein serfrøðingur nevnir eitt aftrat, sum vísir, hví tað er viktigt, at pápar spæla við synirnar hjá sær. Hann nevnir, at tað er lættari hjá einum soni at fortelja pápa sínum ymiskt, meðan teir spæla saman. Tað gevur eisini pápanum góðar møguleikar at vísa soninum, at hann er góður við hann. Og tá ið hann ger tað, lærir hann sonin at gera tað sama. Ein pápi, sum eitur André og býr í Týsklandi, sigur: „Tá ið sonur mín var lítil, spældu vit ofta saman. Eg klemmaði hann, og soleiðis lærdi hann eisini at vísa sínar kenslur.“

Ein pápi kann eisini brúka løtuna beint áðrenn songartíð til at styrkja sambandið við sonin. Hann kann til dømis lesa eina søgu fyri honum og lurta eftir honum, tá ið hann fortelur, hvat er hent gjøgnum dagin. Tað kann gera tað lættari hjá soninum at blíva við at tosa við pápa sín, so hvørt sum hann verður eldri.

Tú mást blíva við at gera nakað saman við soninum

Nakrir tannáringadreingir virka kanska líkaglaðir, tá ið pápin roynir at tosa við teir. Viss tað virkar sum, at sonurin hjá tær ikki tímir at lurta eftir tær ella svara tínum spurningum, skalt tú ikki hugsa, at hann slett ikki vil tosa við teg. Kanska er hann við upp á tað, viss tú gert tað upp á ein annan máta.

Jacques, ein pápi sum býr í Fraklandi, helt viðhvørt, at tað var ringt at tosa við sonin hjá sær, Jérôme. Men heldur enn at tvinga hann at tosa, broytti hann mannagongd. Hann fór at sparka saman við honum. Jacques sigur: „Aftan á at vit høvdu sparkað, plagdu vit at seta okkum niður á grasið og hvíla okkum eina løtu. Tá fortaldi hann mær ofta, hvat hann gekk og hugsaði um. Hesar løturnar knýttu okkum tættari saman.“

Hvat so um sonurin hjá tær ikki dámar ítrótt? André minnist aftur á tær góðu løturnar, tá ið hann og sonurin hugdu at stjørnum saman. Hann fortelur: „Vit plagdu at fara út í ta køldu kvøldarluftina og høvdu teppir og te við okkum. Vit kundu sita í tímavís og hyggja at stjørnunum. Og vit prátaðu um alt møguligt, bæði um tann sum hevur skapt stjørnurnar, men eisini um ymiskt persónligt.“ – Esaias 40:25, 26.

Men hvat so um tær ikki dámar at gera tað, sum sonurin hevur hug til? So skalt tú kanska royna at gera tað allíkavæl fyri hansara skyld. (Filippibrævið 2:4) Ein pápi, sum eitur Ian og býr í Suðurafrika, sigur: „Eg hevði nógv størri áhuga fyri ítrótti enn sonur mín, Vaughan. Honum dámdi betur flogfør og teldur. Og tí royndi eg eisini at fáa áhuga fyri tí. Eg plagdi at taka hann við mær til ymiskar flogframsýningar. Vit spældu eisini telduspøl saman. Eg haldi, at Vaughan fekk meira hug at tosa opið við meg, av tí at vit gjørdu ymiskt stuttligt saman.“

Tú mást byggja hansara sjálvsálit upp

„Hygg, babba, hygg!“ Hevur sonurin hjá tær onkuntíð sagt tað við teg, tá ið hann vildi vísa tær okkurt, sum hann hevði lært? Viss hann er blivin tannáringur nú, sigur hann kanska ikki so longur. Men hann hevur enn brúk fyri at fáa viðurkenning frá tær fyri at kunna blíva ein avbalanseraður ungur maður.

Legg merki til, hvat Jehova Gud segði við ein av synunum hjá sær. Akkurát tá ið Jesus skuldi byrja sína tænastu her á jørðini, setti Gud orð á sín kærleika til hansara við at siga: „Hesin er Sonur Mín, hin elskaði, sum Eg havi tokka til.“ (Matteus 3:17; 5:48) Tað er sjálvandi neyðugt at rættleiða og upplæra sonin. (Efesusbrævið 6:4) Men tað er eisini viktigt at minnast til at rósa honum fyri tað góða, hann sigur og ger.

Tað kann vera ringt hjá summum monnum at rósa synunum hjá sær og vísa teimum, at teir eru góðir við teir. Kanska er tað tí, at teir ongantíð sjálvir hava fingið rós, tá ið teir vóru dreingir. Kanska løgdu foreldrini størri dent á tað, sum teir gjørdu galið, enn á tað sum teir gjørdu gott. Viss tú hevur upplivað nakað líknandi, mást tú allíkavæl royna at gera nakað fyri at byggja sjálvsálitið hjá soninum upp. Hvussu kanst tú gera tað? Luca, sum er nevndur fyrr í greinini, ger javnan okkurt praktiskt heima við hús saman við 15 ára gamla soninum, Manuel. Luca fortelur: „Viðhvørt sigi eg við Manuel, at hann bara skal byrja upp á okkurt sjálvur, og at eg nokk skal hjálpa honum, viss hann fær brúk fyri tí. Fyri tað mesta klárar hann tað sjálvur, og tað gevur honum størri sjálvsálit. Eg plagi altíð at rósa honum. Og sjálvt um okkurt ikki gongur so væl hjá honum, sigi eg allíkavæl við hann, at tað var gott, at hann royndi.“

Eitt annað, tú kanst gera fyri at byggja sjálvsálitið hjá soninum upp, er at hjálpa honum at røkka týðandi málum í lívinum. Men hvat um tað tekur longri tíð hjá honum at gera tað, enn tú hevði væntað? Ella hvat viss hann setur sær nøkur mál, sum tú ikki sjálvur hevði valt? So kann tað vera, at tú noyðist at læra teg at hugsa øðrvísi og royna at góðtaka tað, sum hann velur. Jacques, sum er nevndur fyrr í greinini, sigur: „Eg royni at hjálpa soninum at seta sær realistisk mál. Men eg royni eisini at tryggja mær, at hann velur tað, sum hann sjálvur hevur hug til, og ikki bara ger nakað, tí eg vil hava hann at gera tað. Og so minni eg meg sjálvan á, at hann má røkka málunum í sínum egna tempo.“ Tú kanst hjálpa soninum at røkka sínum málum, viss tú hevur virðing fyri tí, sum hann velur, viss tú rósar honum fyri tað, sum hann ger gott, og viss tú stuðlar honum, tá ið okkurt ikki gongur so væl.

Sjálvandi kann okkurt stinga seg upp av og á ímillum teg og sonin. Men viss tú gert títt besta, fer hann allarhelst at blíva við at føla seg tætt knýttan at tær, tí tú altíð hevur hjálpt og stuðlað honum.

[Undirgrein]

a Hóast henda greinin serliga tosar um sambandið millum ein pápa og ein son, er tað sama galdandi, um talan var um ein pápa og eina dóttur.