Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

HVAT KANN HJÁLPA TEIMUM, SUM SYRGJA?

Hvat kann sorg hava við sær?

Hvat kann sorg hava við sær?

Sjálvt um fleiri serfrøðingar siga, at sorgarprosessin er býtt upp í fleiri partar, er tað ymiskt, hvussu fólk syrgja. Summi vísa til dømis ikki sínar kenslur. Merkir tað so, at tey ikki eru líka kedd sum onnur, ella at tey halda sínum kenslum niðri? Nei, ikki endiliga. Sjálvt um tað kann vera gott at seta orð á sína sorg, merkir tað ikki, at tað bara er ein rættur máti at syrgja upp á. Mentan, persónligheit og tað, sum mann fyrr hevur upplivað, eins og mátin viðkomandi doyði upp á, hevur eisini nógv at siga fyri, hvussu mann syrgir.

HVUSSU UPPLIVA SUMMI SORG?

Tá ið mann missir ein kæran, kann tað vera ringt at vita, hvussu mann fer at reagera. Her eru nøkur dømi um kenslur og avbjóðingar, sum tey, ið syrgja, kunnu fáa:

Summi verða kensluliga útlúgvað. Tað er vanligt at gráta nógv, at leingjast illa og at hava humørsvingningar. Minnir og dreymar kunnu gera kenslurnar enn sterkari. Men at byrja við er mann kanska bara sjokkeraður og hevur ringt við at skilja tað, sum er hent. Tiina misti knappliga mannin hjá sær, sum æt Timo. Hon fortelur, hvussu hon hevði tað: „Beint tá tað hendi, var eg púra lammað og græt ikki eingongd. Eg var so sjokkerað, at eg illa nokk fekk andað. Tað kundi bara ikki passa, at hann var deyður.“

Summi fáa angist, skuldarkenslur ella verða ill. Ivan og Yolanda mistu 24 ára gamla sonin Erik. Ivan sigur: „Ta fyrstu tíðina vóru vit bæði líka ill. Og tað yvirraskaði okkum, tí vanliga eru vit ikki fólk, sum blíva ill. Vit fingu eisini skuldarkenslur, tí vit hugsaðu, at vit kanska høvdu kunnað gjørt meira fyri at hjálpa honum.“ Alejandro, sum misti konuna, ið hevði verið sjúk leingi, fekk eisini skuldarkenslur. Hann sigur: „Fyrst helt eg, at eg mátti vera eitt ringt menniskja, eftirsum Gud læt meg uppliva eina so stóra sorg. Og so fekk eg ringa samvitsku, tí eg gav Gudi skyldina fyri tað, sum var hent.“ Kostas, sum bleiv nevndur í undanfarnu greinini, sigur: „Onkuntíð var eg illur inn á Sophiu, tí hon doyði. Men so fekk eg ringa samvitsku, tí hon kundi jú ikki gera við tað.“

Summi hava ringt við at hugsa klárt. Av og á kann tað vera ringt at stýra sínum tonkum. Mann kann til dømis halda, at mann hoyrir, følir ella sær tann, sum mann hevur mist. Tað kann vera ringt at konsentrera seg og minnast ting. Tiina sigur: „Viðhvørt tá ið eg prátaði við onkran, misti eg púrasta tráðin, tí eg bara hugsaði um tað, sum hendi, tá ið Timo doyði. Eg fekk ikki hugsað klárt. Tað var ræðuliga strævið.“

Summi hava hug at isolera seg. Fólk, sum syrgja, føla seg kanska ikki so væl saman við øðrum og kunnu lætt blíva gronut. Kostas sigur: „Tá ið eg var saman við hjúnum, føldi eg ikki, at eg hoyrdi til. Men soleiðis hevði eg tað eisini, tá ið eg var saman við støkum.“ Kona Ivan, Yolanda, sigur: „Tað var strævið at vera saman við fólkum, ið gramdu seg um ymiskt, sum í okkara verð einki hevði upp á seg. Og tað var heldur ikki stuttligt at hoyra onnur fortelja, hvussu væl børnini hjá teimum kláraðu seg, sjálvt um eg var glað teirra vegna. Vit skiltu sjálvandi, at lívið gongur víðari, men akkurát tá bleiv tað bara for nógv.“

Summi fáa trupulleikar við heilsuni. Sorg kann ávirka matarlystin, vektina og svøvnin. Aaron fortelur, hvussu hann hevði tað, tað fyrsta árið aftan á at pápin var deyður: „Eg hevði ringt við at sova. Hvørja nátt vaknaði eg og lá og hugsaði um pápa.“

Alejandro fortelur, at hann fekk nøkur løgin sjúkueyðkenni. Hann sigur: „Ein lækni kannaði meg fleiri ferðir, men segði, at mær einki feilti. So eg fekk ein mistanka um, at tað var sorg, sum fekk meg at føla meg sjúkan.“ Sjúkueyðkennini hvurvu við tíðini, men tað var allíkavæl gott, at Alejandro fór til lækna. Tá ið mann er sera keddur, verður mann ofta lættari sjúkur, og heilsan kann versna.

Summi halda, at tað er ringt at gera tað praktiska. Ivan sigur: „Tá ið Erik doyði, skuldu vit ikki bara siga tað við familju og vinir, men eisini við fleiri onnur, til dømis stjóran og útleigaran hjá honum. Vit skuldu eisini fylla nógv pappírir út. Og so skuldu vit finna út av, hvat vit skuldu gera við alt tað, sum hann átti. Alt hetta vóru vit noydd at gera, sjálvt um vit upp á allar mátar vóru púra útlúgvaði.“

Hjá summum verður tað verri seinni, tá ið tey sjálv skulu taka sær av tí, sum tann, tey hava mist, plagdi at gera. Soleiðis var tað hjá Tiinu. Hon sigur: „Timo tók sær altíð av tí, sum hevði við tað fíggjarliga at gera. Nú skuldi eg knappliga sjálv gera tað, og tað gjørdi meg bara enn meira stressaða. Eg ivaðist í, um eg yvirhøvur fór at klára at halda skil á tí.“

Tað kann virka næstan heilt ómøguligt at takkla sorg, tí hon kann sum sagt vera øgiliga ógvislig. Men tá ið mann veit tað frammanundan, verður hon helst lættari at bera. Og tað er gott at minnast til, at øll ikki uppliva alt tað, sum sorg kann hava við sær. Tað kann eisini vera gott at vita, at tær kenslurnar, mann hevur, eru púra vanligar.

VERÐI EG NAKRANTÍÐ GLAÐUR AFTUR?

Hvat kann sorg hava við sær? Við tíðini verður tað lættari at liva við sorgini. Men tað merkir tó ikki, at lívið fer at verða akkurát, sum tað var, ella at mann gloymir tann, sum mann hevur mist. So við og við verður sorgin minni ógvislig. Serligir dagar og minnir kunnu tó fáa sorgina at kykna aftur. Men tey flestu fáa tað so líðandi betri og fara at klára gerandisdagin aftur, serliga tá ið familja og vinir hjálpa, og tey sjálvi gera tað, tey kunnu, fyri at klára støðuna.

Hvussu leingi fari eg at syrgja? Hjá summum er tað ringasta yvirstaðið upp á nakrar mánaðir. Onnur syrgja í eitt ella tvey ár, áðrenn tey fáa tað betri. Og nøkur syrgja í enn longri tíð. a Alejandro sigur: „Eg var í djúpari sorg í umleið trý ár.“

Ver tolin, tak ein dag í senn og í tínum egna tempo. Sorgin fer ikki at blíva við at vera so ógvislig. Men hvat kanst tú sjálvur gera fyri at fáa tað betri?

Tær ógvisligu kenslurnar hjá teimum, sum syrgja, eru púra vanligar

a Nøkur fá eru so kedd í so langa tíð, at tey mugu fáa professionella hjálp.