Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 STYKKI 10

Soleiðis finnur tú sonnu trúnna

Soleiðis finnur tú sonnu trúnna

Vilt tú vera vinur Guds, mást tú hava ta trúnna, sum Gud góðkennir. Jesus segði, at „hinir sonnu tilbiðjarar“ skuldu tilbiðja Gud í „sannleika“. (Jóhannes 4:23, 24) Bert ein rættur máti er at tilbiðja Gud. (Efesusbrævið 4:4-6) Sannur átrúni førir til ævigt lív, og falskur átrúni førir til undirgang. — Matteus 7:13, 14.

Tú kanst finna sonnu trúnna við at eygleiða tey, sum liva eftir henni. Av tí at Jehova er góður, mugu hansara sonnu tilbiðjarar vera góð menniskju. Júst sum eitt gott appilsintræ ber góðar appilsinir, framleiðir sanna trúgvin góð menniskju. — Matteus 7:15-20.

Vinir Jehova hava djúpa virðing fyri Bíbliuni. Teir vita, at Bíblian er frá Gudi. Teir fylgja tí, sum hon sigur, og tað hjálpir teimum at loysa ymiskar trupulleikar. Bíblian hjálpir teimum eisini at fáa kunnleika um Gud. (2 Timoteus 3:16) Teir royna at liva eftir tí, teir prædika.

 Vinir Jehova vísa hvør øðrum kærleika. Jesus vísti fólki kærleika við at læra tey um Gud og við at grøða tey sjúku. Tey, sum liva eftir sonnu trúnni, elska eisini næsta sín. Tey taka eftir Jesusi og vanvirða tí ikki fólk, ið eru fátæk ella hava ein annan etniskan uppruna. Jesus segði, at lærisveinar hansara skuldu kennast av, at teir sýndu hvør øðrum kærleika. — Jóhannes 13:35.

Vinir Guds æra Guds navn, Jehova. Hevði tú mett ein, ið ikki vildi taka navnið á tær upp á tungu, sum ein góðan vin? Nei, ha? Hava vit ein vin, brúka vit navn hansara og hava nógv gott at bera honum. Tey, sum vilja vera vinir Guds, mugu eisini brúka hansara navn og greiða øðrum frá honum. Tað vil Jehova hava okkum at gera. — Matteus 6:9; Rómbrævið 10:13, 14.

Eins og Jesus læra vinir Guds onnur um Guds ríki. Guds ríki er ein himmalsk stjórn, sum fer at gera jørðina til eitt paradís. Vinir Guds bera øðrum hesi góðu tíðindini um Guds ríki. — Matteus 24:14.

Jehova Vitni royna at vera vinir Guds. Tey virða Bíbliuna og hava kærleika hvør til annan. Tey bæði brúka og æra Guds navn, og tey læra onnur um Guds ríki. Jehova Vitni fylgja nú á døgum sonnu trúnni á jørðini.