STYKKI 6

Paradísið er nær!

Paradísið er nær!

Tað ónda, sum nú fer fram á jørðini, vísir, at Paradísið er nær. Bíblian hevur sagt, at vit skuldu uppliva ræðuligar tíðir, beint áðrenn Paradísið kom. Tær tíðirnar eru nú! Her er okkurt av tí, sum Bíblian hevur boðað frá:

Stórir bardagar: „Tjóð skal reisast móti tjóð, og ríki móti ríki.“ (Matteus 24:7) Henda profetiin er gingin út. Síðan árið 1914 hava tveir heimsbardagar og nógvir minni bardagar kravt milliónir av mannalívum.

Útbreiddar sjúkur. Pestur skuldi vera ’bæði her og har’. (Lukas 21:11) Er hetta gingið út? Ja. Krabbasjúkur, hjartasjúkur, tuberklar, malaria, eyðkvæmi og aðrar sjúkur hava dripið milliónir av fólki.

Matvørutrot. Allastaðni í heiminum finnast fólk, sum ikki hava nóg mikið at eta. Á hvørjum ári doyggja fleiri milliónir í hungri. Hetta er eisini tekin um, at Paradísið er í hondum. Bíblian sigur: „Hungur skal vera.“ — Markus 13:8.

Jarðskjálvtar. „Jarðskjálvti skal vera víða hvar.“ (Matteus 24:7) Hetta gongur eisini út nú á døgum. Síðan 1914 eru meira enn ein millión fólk deyð í jarðskjálvtum.

Gudleys menniskju. Menniskjuni skuldu vera „góð við seg sjálv, peningakær“. Tey skuldu „elska lystir sínar meir, enn tey elska Gud“. Børn skuldu vera „foreldrum ólýðin“. (2 Timoteus 3:1-5) Heldur tú ikki, nógv fólk skikka sær soleiðis nú á døgum? Tey hava onga virðing fyri Gudi, og tey gera lívið trupult hjá teimum, sum royna at fáa nakað at vita um Gud.

Kriminalitetur. Lógloysið skuldi ’fáa yvirhond’. (Matteus 24:12) Tú tekur ivaleyst undir við, at kriminaliteturin er verri enn fyri nøkrum árum síðani. Fólk eru allastaðni í vanda fyri at verða rænd, svikin ella skadd.

Alt hetta vísir, at Guds ríki er nær. Bíblian sigur: „Soleiðis skulu tit eisini, táið tit síggja hetta henda, vita, at ríki Guds er nær.“ (Lukas 21:31) Hvat er Guds ríki? Tað er himmalska stjórn Guds, sum fer at stovna Paradísið á jørðini. Guds ríki kemur í staðin fyri menniskjans stjórnir. — Dániel 2:44.