Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 STYKKI 8

Hvørjir eru fíggindar Guds?

Hvørjir eru fíggindar Guds?

Høvuðsfíggindi Guds er Satan Djevulin. Hann er ein andaskapningur, sum gjørdi uppreistur ímóti Jehova. Satan heldur fram at stríðast ímóti Gudi og voldir menniskjum stórar trupulleikar. Satan er óndur. Hann er ein lygnari og ein manndrápari. — Jóhannes 8:44.

Aðrir andaskapningar fylgdu Satani í uppreistri hansara ímóti Gudi. Bíblian nevnir teir illar andar. Eins og Satan eru teir menniskjans fíggindar. Teimum dámar at gera menniskjum fortreð. (Matteus 9:32, 33; 12:22) Jehova fer at forkoma Satani og illu andum hansara med alla. Teir hava bert stutta tíð eftir at gera okkum fortreð. — Opinberingin 12:12.

Vilt tú vera vinur Guds, mást tú ikki gera, sum Satan vil. Satan og illu andarnir hata Jehova. Teir eru fíggindar Guds, og teir vilja gera teg til fígginda Guds. Tú mást velja, hvørjum tú vilt vera til vildar — Satani ella Jehova. Vilt tú fegin hava ævigt lív, mást tú gera Guds vilja. Satan veit nógvar snildir og nógvar mátar at villleiða okkum. Tey flestu menniskjuni verða villleidd av honum. — Opinberingin 12:9.