Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

KAPITTUL TÍGGJU

Hann vardi sanna tilbiðjan

Hann vardi sanna tilbiðjan

1, 2. (a) Hvørjari ringari støðu var ísraelsfólk í? (b) Hvør mótstøða møtti Eliasi á Karmelsfjalli?

ELIAS hugdi út yvir fjøldina, meðan hon tungliga gekk niðan eftir Karmelsfjalli. Sjálvt í dimmalættingini var tað lætt at síggja, hvussu fátæk og illa stødd hesi fólkini vóru. Turkurin, sum hevði vart hálvtfjórða ár, hevði sett síni spor.

2 Millum teirra gingu hinir 450 ba’alsprofetarnir, fullir í stoltleika og hatri til Elias, profet Jehova. Jesabel drotning hevði dripið nógvar tænarar hjá Jehova, men hesin maðurin stóð stinnur ímóti tilbiðjanini av Ba’al. Men hvussu leingi? Kanska hugsaðu hesir prestarnir sum so, at ein einsamallur maður ongantíð kundi standa seg ímóti øllum teimum. (1 Kong. 18:4, 19, 20) Akab kongur var eisini hjástaddur. Hann var komin í sínum kongliga stríðsvogni. Honum dámdi heldur ikki Elias.

3, 4. (a) Hví hevur Elias kanska verið eitt sindur bangin, tá ið ein týðandi dagur tók við? (b) Hvørjar spurningar fara vit at kanna?

3 Dagurin, sum hesin einsamalli profeturin hevði fyri sær, var ólíkur øllum øðrum døgum í lívi hansara. Meðan Elias stóð og hugdi at fólkinum, varð leikpallurin settur til ein tann mest ógvusliga samanbrestin millum tað góða og tað ónda, sum heimurin nakrantíð hevur sæð. Hvussu hevði hann tað, tá ið tað fór at lýsa fyri degi? Elias visti, hvat tað var at vera bangin, tí hann „var menniskja undir somu korum sum vit“. (Les Bræv Jákups 5:17.) Eitt er vist: Elias hevur veruliga kent seg einsamallan, tí hann var umgirdur av trúleysum fólki, fráfalna kongi teirra og drápshugaðum prestum. — 1 Kong. 18:22.

4 Men hvussu var Ísrael komið í hesa ringu støðuna? Og hvat hevur henda frásøgan við okkum at gera? Latið okkum kanna trúnna hjá Eliasi, og hvussu hon kann koma okkum til nyttu í dag.

Eitt áralangt stríð kemur í hæddina

5, 6. (a) Hvat gjørdu nógvir ísraelsmenn? (b) Hvussu hevði Akab kongur syndað stórliga ímóti Jehova?

5 Ein stóran part av sínum lívi, hevði Elias verið ein hjálparleysur áskoðari til, at tað besta í heimlandi hansara og fólkinum var skúgvað til viks og traðkað undir fót. Støðan var tann, at nógvir ísraelsmenn leingi høvdu tilbiðið falskar gudar, eins og tjóðirnar rundan um teir, heldur enn at tilbiðja hin sanna Gud Jehova. Á døgum Eliasar var henda avgudadýrkanin versnað í ólukku máta.

6 Akab kongur hevði syndað stórliga ímóti Jehova. Hann gifti seg við Jesabel, sum var dóttir kongin í Zidon. Jesabel hevði sett sær fyri at fremja ba’alsdýrkanina í Ísraelslandi og beina fyri tilbiðjanini av Jehova. Og tað vardi ikki leingi, fyrr enn hon hevði fingið Akab at taka undir við sær. Hann bygdi eitt tempul og eitt altar til Ba’al og gekk undan við at boyggja seg fyri hesum heidna gudinum. — 1 Kong. 16:30-33.

7. (a) Hví var ba’alsdýrkanin so andstyggilig? (b) Hvussu kunnu vit vera vís í, at talan ikki er um eina mótsøgn í Bíbliuni í sambandi við, hvussu leingi turkurin á døgum Eliasar vardi? (Sí eisini  rammuna.)

7 Hví var ba’alsdýrkanin so andstyggilig? Hon tøldi Ísrael og lokkaði nógv fólk burtur frá hinum sanna Gudi. Tað var eisini ein viðurstyggiligur og harðligur átrúnaður, sum framdi mannligan og kvinnuligan skøkjulevnað í templinum, hópólevnað og enntá barnaofringar. Jehova svaraði aftur við at senda Elias til Akab at kunngera, at turkur skuldi vera í landinum, inntil profetur Guds boðaði frá, at hann var av. (1 Kong. 17:1) Fleiri ár gingu, áðrenn Elias fór til Akab og bað hann savna fólkið og ba’alsprofetarnar saman á Karmelsfjalli. *

Tað, sum eyðkendi ba’alsdýrkanina, gongur so at siga eisini fyri seg nú á døgum

8. Hvønn týdning hevur frásøgan um ba’alsdýrkanina fyri okkum í dag?

8 Men hvat hevur hetta stríðið at týða fyri okkum í dag? Nøkur vilja kanska vera við, at henda søgan um ba’alsdýrkanina ikki hevur nakran týdning fyri okkum, av tí at eingi tempul ella altar hjá Ba’al eru at síggja rundan um okkum. Men frásøgan er ikki bert gomul søga. (Róm. 15:4) Orðið Ba’al merkir „eigari“ ella „harri“. Jehova segði við fólk sítt, at tey skuldu velja hann sum sín „ba’al“ ella ’ektamann’. (Es. 54:5) Er tað ikki satt, at fólk enn tæna eini ørgrynnu av øðrum „harrum“ enn hinum alvalda Gudi? Uttan mun til um fólk brúka sítt lív í eini stremban eftir pengum, karrieru, stuttleika, kynsligari nøktan ella onkrum øðrum av teimum nógvu gudunum, ið verða tilbidnir í staðin fyri Jehova, so velja tey sær ein „harra“. (Matt. 6:24; les Rómbrævið 6:16.) Vit kunnu onkursvegna siga, at tað, sum eyðkendi ba’alsdýrkanina, eisini gongur fyri seg nú á døgum. At hugsa um styrkiroyndina millum Ba’al og Jehova kann hjálpa okkum og geva okkum skyn, tá ið vit skulu velja, hvørjum vit vilja tæna.

Hvussu ’haltaðu’ ísraelsmenn?

9. (a) Hví var Karmelsfjall rætta staðið at avdúka ba’alsdýrkanina? (Sí eisini undirgreinina.) (b) Hvat segði Elias við fólkið?

9 Av Karmelsfjalli var eitt bergtakandi útsýni — úr Kisonsløki niðan fyri fjallið til Stórahavið (Miðjarðarhavið) nærindis og til fjøllini í Libanon, sum hómaðust í norði. * Men tá ið sólin reis henda hendingaríka dagin, var tað eingin vøkur sjón. Ein deyðakendur dámur hekk sum eitt skýggj yvir tað einaferð so fruktbara landið, Jehova hevði givið eftirkomarum Ábrahams. Nú var landið skróvturt av bakandi sólini og oyðilagt av dárskapinum hjá Guds egna fólki. Tá ið fólkið savnaðist, vendi Elias sær til teirra og segði: „Hvussu leingi ætla tit at halta til báðar síður? Er [Jehova] Gud, so haldið tykkum til Hansara, og er Ba’al Gud, so haldið tykkum til hansara!“ — 1 Kong. 18:21.

10. Hvussu ’haltaðu’ ísraelsmenn „til báðar síður“, og hvønn grundleggjandi sannleika høvdu teir gloymt?

10 Hvat meinti Elias við orðingini at ’halta til báðar síður’? Jú, hesi fólkini skiltu ikki, at tey noyddust at velja ímillum at tilbiðja Jehova og at tilbiðja Ba’al. Tey hildu, at tey kundu bæði — at tey kundu blíðka Ba’al við sínum viðurstyggiligu siðum og samstundis biðja Jehova Gud hjálpa sær. Kanska hugsaðu tey sum so, at Ba’al fór at signa grøði og fæ teirra, meðan ’[Jehova] Gud herskaranna’, fór at verja tey í bardøgum. (1 Sám. 17:45) Tey høvdu gloymt ein grundleggjandi sannleika — ein, sum nógv fólk í dag heldur ikki geva sær far um — at Jehova ikki vil, at nakar annar enn hann skal verða tilbiðin. Hann krevur og hevur uppiborið óskerdan kærleika. Ein og hvør tilbiðjan av honum, sum er blandað við tilbiðjan av øðrum slagi, hevur ikki hansara tokka; hon er enntá andstyggilig í eygum hansara. — Les Aðru Mósebók 20:5.

11. Hvussu heldur tú, at talan hjá Eliasi á Karmelsfjalli kann hjálpa okkum at endurskoða okkara raðfestingar og tilbiðjan?

11 Ísraelsmenn ’haltaðu’ eins og ein maður, ið roynir at ganga á tveimum gøtum í senn. Nógv fólk í dag gera sama mistak, tí tey lata aðrar „ba’alar“ sníkja seg inn í sítt lív og skúgva tilbiðjanina av Gudi til viks. At geva gætur eftir inniligu áheitan Eliasar um ikki at halta til báðar síður, kann hjálpa okkum at endurskoða okkara egnu raðfestingar og tilbiðjan.

Ein avgerandi roynd

12, 13. (a) Hvørjum uppskoti kom Elias við? (b) Hvussu kunnu vit vísa, at vit hava líka stórt álit á Gudi, sum Elias hevði?

12 Elias kom nú við uppskoti um at gera eina roynd. Hon var sera einføld. Ba’alsprestarnir skuldu byggja eitt altar og leggja eitt offur á tað; síðani skuldu teir biðja til gud sín um at kynda eldin. Elias skuldi gera tað sama. Hann segði: „Tann Gud, ið svarar við eldi, Hann er hin sanni Gud.“ Elias visti væl, hvør ið var hin sanni Gud. Hann hevði so sterka trúgv, at hann ikki aftraði seg við at lata mótstøðufólkini fáa allar fyrimunir. Hann læt ba’alsprofetarnar velja sær ein tarv at ofra og at venda sær til Ba’al fyrst. * — 1 Kong. 18:24, 25.

13 Undur fara ikki fram á sama hátt í dag. Men Jehova er ikki broyttur. Vit kunnu hava líka stórt álit á honum, sum Elias hevði. Er onkur til dømis ósamdur við okkum um, hvat Bíblian lærir, skulu vit ikki vera bangin fyri at lata tey sleppa framat og siga sína meining fyrst. Eins og Elias kunnu vit leita til hin sanna Gud og lata hann avgera málið. Tað kunnu vit gera við at líta á hansara orð og ikki á okkum sjálvi, tí Bíblian er skrivað okkum „til rættleiðing“. — 2 Tim. 3:16.

Elias metti ba’alsdýrkanina sum láturligt svik, og hann vildi, at Guds fólk skuldi skilja, hvussu svikafull hon var

14. Á hvønn hátt helt Elias ba’alsprofetarnar fyri spott, og hví?

14 Ba’alsprofetarnir gjørdu nú ofrið til reiðar og fóru at biðja til gud sín. „Svara okkum, Ba’al!“ róptu teir aftur og aftur. Teir hildu fram, og tímarnir gingu. „Men einki ljóð hoyrdist; har var eingin, ið svaraði,“ sigur Bíblian. Um middagsleitið fór Elias at speireka teir og segði upp á spott, at Ba’al ikki mundi hava tíð at svara teimum, at hann var farin avsíðis at hjálpa sær sjálvum, ella at hann fekk sær ein blund, og onkur noyddist at vakja hann. „Rópið harðari!“ segði Elias við svikararnar. Tað er einki at ivast í, at hann metti hesa ba’alsdýrkanina sum láturligt svik, og hann vildi, at Guds fólk skuldi skilja, hvussu svikafull hon var. — 1 Kong. 18:26, 27.

15. Hvussu vísir dømið við ba’alsprofetunum, at tað er tápuligt at velja nakran annan „harra“ enn Jehova?

15 Ba’alsprofetarnir gjørdust meiri og meiri uppøstir og „róptu nú enn harðari; og sum siður var hjá teimum, særdu teir likam síni við svørðum og spjótum, so blóðið rann av teimum.“ Men til onga nyttu. „Ikki hoyrdist ljóð; har var eingin, ið svaraði, og eingin, ið aktaði eftir teimum.“ (1 Kong. 18:28, 29) Nei, har var eingin Ba’al. Hann var ein gudur, sum Satan hevði íspunnið til at lokka fólk burtur frá Jehova. At velja sær annan „harra“ enn Jehova hevur einki annað enn vónbrot og skomm við sær. — Les Sálm 25:3; 115:4-8.

Hin sanni Gud svaraði

16. (a) Hvat varð fólkið kanska mint á, tá ið Elias reisti upp aftur altarið hjá Jehova á Karmelsfjalli? (b) Hvat gjørdi Elias eisini, sum vísti, at hann veruliga hevði álit á Gudi sínum?

16 Seint seinnapartin átti Elias tørn. Hann reisti upp aftur altarið hjá Jehova, sum fíggindar hins sanna Guds eftir øllum at døma høvdu brotið niður. Hann brúkti 12 steinar, sum kanska skuldu minna nógv í tíggjuættaríki Ísraels á, at Lógin, ið var givin øllum 12 ættum, enn var galdandi fyri tey øll. Síðani legði hann ofrið hjá sær á altarið og læt tað díkja undir í vatni, møguliga úr Miðjarðarhavinum, sum lá nærindis. Hann gróv enntá eina grøv rundan um altarið og læt hana fylla við vatni. Eins og hann hevði givið ba’alsprofetunum allar fyrimunir, gav hann Jehova allar vansarnar — so stórt álit hevði hann á Gudi sínum. — 1 Kong. 18:30-35.

Bønin hjá Eliasi vísti, at hann enn var góður við fólkið, tí hann vildi so fegin síggja Jehova ’venda hjarta teirra aftur til sín’

17. Hvussu avdúkaði bønin hjá Eliasi, hvat hann hugsaði mest um, og hvussu kunnu vit taka eftir honum í okkara egnu bønum?

17 Tá ið alt var klárt, bað Elias eina bøn. Tað var ein einføld og væl orðað bøn, sum vísti, hvat Elias hugsaði mest um. Fremst av øllum vildi hann, at øll skuldu vita, at tað ikki var Ba’al, men Jehova, sum var „Gud í Ísrael“. Í øðrum lagi vildi hann, at øll skuldu vita, at hann var tænari Jehova, og at øll æra og dýrd hoyrdi Gudi til. At enda vísti hann, at hann enn var góður við fólkið, tí hann vildi so fegin síggja Jehova ’venda hjarta teirra aftur til sín’. (1 Kong. 18:36, 37) Hóast alla neyðina, sum trúloysi teirra var orsøk til, elskaði Elias tey framvegis. Kunnu vit í okkara bønum vísa líknandi áhuga fyri, at navn Guds verður halgað, vera líka eyðmjúk og hava líknandi samkenslu við teimum, sum tørvar hjálp?

18, 19. (a) Hvussu svaraði Jehova bønini hjá Eliasi? (b) Hvat gav Elias fólkinum boð um at gera, og hví høvdu ba’alsprestarnir onga náði uppiborið?

18 Áðrenn Elias bað, hevur mannamúgvan kanska ivast í, um Jehova eisini skuldi vísa seg at vera ein lygn, eins og Ba’al hevði víst seg at vera. Men eftir bønina var einki at ivast í. Frásøgan sigur: „Tá fall eldur [Jehova] niður; hann gjørdi enda á brenniofrinum, brenninum, grótinum og svørðinum og turkaði upp vatnið, sum í grøvini var.“ (1 Kong. 18:38) Av sonnum eitt stórfingið svar! Men hvussu svaraði fólkið?

„Tá fall eldur [Jehova] niður“

19 „Tað er [Jehova], sum er Gud! Tað er [Jehova], sum er Gud!“ róptu tey øll. (1 Kong. 18:39) Endiliga skiltu tey, hvør sannleikin var. Men tey høvdu kortini onga trúgv víst enn. At viðurkenna Jehova sum hin sanna Gud, eftir at hava sæð eld falla niður av himli sum svar upp á eina bøn, var satt at siga einki serligt tekin um trúgv. Tí kravdi Elias meira av teimum. Hann bað tey gera tað, sum tey áttu at gjørt nógv ár frammanundan — akta lóg Jehova. Lóg Guds segði, at falskir profetar og avgudadýrkarar skuldu verða tiknir av døgum. (5 Mós. 13:5-9) Hesir ba’alsprestarnir vóru stívrendir fíggindar hjá Jehova Gudi, og teir arbeiddu við vilja ímóti hansara ætlanum. Høvdu teir uppiborið náði? Hvørja náði høvdu teir kanska víst øllum teimum óseku børnunum, ið vórðu brend livandi sum offur til Ba’al? (Les Orðtøkini 21:13; Jer. 19:5) Hesir menn høvdu als onga náði uppiborið! Tí gav Elias boð um, at teir skuldu verða dripnir, og dripnir vórðu teir. — 1 Kong. 18:40.

20. Hví hava nútímans atfinnarar einki grundarlag fyri sína stúran í sambandi við, at Elias drap ba’alsprestarnar?

20 Nútímans atfinnarar finnast kanska harðliga at tí, sum hendi eftir royndina á Karmelsfjalli. Nøkur bera kanska ótta fyri, at átrúnaðarligir fanatikarar skulu brúka hesa hendingina til at rættvísgera harðskap móti fólki, sum hevur eina aðra trúgv. Og tíverri eru nógvir átrúnaðarligir fanatikarar eisini harðligir nú á døgum. Men Elias var eingin fanatikari. Hann útinti tann rættvísa dómin, sum Jehova hevði felt, tá ið hann drap ba’alsprestarnar. Haraftrat vita sonn kristin, at tey ikki kunnu gera sum Elias og draga svørð úr slíðra móti óndum menniskjum. Nei, tey fylgja regluni, sum Jesus lærdi allar sínar lærisveinar, tá ið hann segði við Pætur: „Stikk svørð títt aftur, hagar sum tað eigur at vera! Tí allir teir, ið taka til svørð, skulu falla fyri svørði.“ (Matt. 26:52) Sum frá líður, fer Jehova at útinna sítt guddómliga rættvísi við soni sínum.

21. Hví er Elias eitt gott fyridømi hjá sonnum kristnum í dag?

21 Sonn kristin eiga at liva eitt lív í trúgv. (Jóh. 3:16) Tað kann millum annað gerast við at taka eftir trúføstum monnum sum Eliasi. Hann tilbað bara Jehova og royndi av øllum alvi at fáa onnur at gera tað sama. Hann avdúkaði djarvur, at átrúnaðurin, sum Satan brúkti at lokka fólk burtur frá Jehova, var falskur. Og heldur enn at líta á seg sjálvan hevði hann álit á, at Jehova fór at avgera málið. Elias vardi sanna tilbiðjan. Latið okkum øll taka eftir hansara trúgv!

^ par. 9 Vanliga er Karmelsfjall fruktagott og grønt á at líta, tí skýggj frá havinum koma rekandi upp eftir fjallasíðunum og hava nógva vætu við sær. Av tí at Ba’al varð lovaður fyri at geva regn, hevði hetta fjallið eyðsýniliga stóran týdning í ba’alsdýrkanini. Eitt bert og turt Karmelsfjall var soleiðis rætta staðið at avdúka, at ba’alsdýrkanin var følsk tilbiðjan.

^ par. 12 Tað er vert at leggja til merkis, at Elias segði við teir: „Eld mugu tit ongan leggja við!“ Nakrir granskarar siga, at slíkir avgudadýrkarar stundum nýttu eitt altar við einum duldum rúmi undir, soleiðis at ein eldur kundi tykjast at verða kyndur yvirnatúrliga.